KÍ-kvinnurnar verða nýggja navnið á summarfestivalinum í ár

Hetta gjørdist greitt eftir at tær vunnu ein 6-3 sigur á Víkingi í seinnu hálvfinaluni. Samanlagt vunnu tær 18-3, og skulu sostatt leika steypafinalu ímóti AB hóskvøldið 4. august á summarfestivalinum.
Sum sagt so vunnu kvinnurnar ein 6-3 sigur á Víkingi eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Fyrsta málið gjørdi Una Joensen tá hon úr spískum skeyt bóltin í málið. Um hetta var eitt innlegg ella eitt skot uppá mál, kann bert Una sjálv svara fyri.
Dysturin var ikki væl spældur, har tað fyri tað mesta var sparka aftur og fram, men áskoðarnir fingu tó nøkur mál at síggja. Tíggju minuttir inní seinna hálvleik økti Maria K. Thomsen til 2-0, men Víkingur fekk svara aftur við máli frá Jóhonnu Lervig tríggjar minuttir seinni. Maria vildi tað ørvísið og minuttin seinni økti hon til 3-1. Eyðvør gjørdi tað til 4-1, men løtu seinni fekk Víkingur brotsspark, sum Ansy Sevdal tók sær av. Men Maria var ikki liðug enn, og 81' minutti tók hon sakina í egnar hendur, og rak frá verjuni og smekkaði bóltin í netið til 5-2. Tveir minuttir seinni skeyt Eyðvør hornaspark og har var málverjin hjá Víkingi so óheppina skjóta bóltin í egið mál. Fýra minuttir fyri leiktíð fekk Heidi Sevdal enn einaferð minka um munin til 6-3.
Hetta var ikki ein væl leiktur dystur, men tað týdningarmiklasta var at vinna dystin, so mátti restin koma í aðru røð.
Komandi sunnudag skulu kvinnurnar til Havnar at leika ímóti HB. Hesin dysturin byrjar kl. 17:30.

KÍ - Víkingur 6 - 3 (1 - 0)
1 - 0 Una Joensen, 14'
2 - 0 Maria K. Thomsen, 55'
2 - 1 Jóhanna Lervig, 58'
3 - 1 Maria K. Thomsen, 59'
4 - 1 Eyðvør Klakstein, 66'
4 - 2 Ansy Sevdal, 68'
5 - 2 Maria K. Thomsen, 81'
6 - 2 Sjálvmál, 83'
6 - 3 Heidi Sevdal, 86'

Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ann Stauss (Jenny Lydersen, 75') - Una Joensen, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen, Eyðvør Klakstein
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Ásla Johannesen
Gult kort: Malena Josephsen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjarar: Rasmus Jacobsen og Ragna Patawary