06 Juni 2011

Kvinnurnar vunnu norðoyastevnudystin 5-0 á Skála eftir hálvleiksstøðuna 0-0.
Tað var alt annað enn gott fótbóltsspæl í fólk sóu í fyrra hálvleiki. Spælið hekk ikki saman og KÍ-kvinnurnar vóru ikki fyrst á nøkrum bólti. Skála hevði heldur ikki nógv at bjóða uppá, tær royndu fyri tað mesta at verja sítt egna mál og dúga uppá skjótálop.
Tað var sum eitt hamskift lið, sum kom á vøllin í seinna hálvleiki. KÍ setti ferðina eitt sindur uppá spælinum og trýstu Skála enn meira. Sigrid, sum byrjaði á bakkinum, bleiv flutt longur fram, og hetta vísti seg at rigga beinanvegin. KÍ hevði bóltin í netinum tvær ferðir, men blivu báðar ferðir dømdar fyri rangstøðu. Tá so 57. minuttir vóru leiktir eydnaðist tað enduliga at fáa bóltin í málið, tá Sofía fekk høvdið á bein bólt frá Elsu Mariu og skallaði uppum málverjan, so var á veg út.
Hetta málið gjørdi, at tað kom meira skil á spælið hjá KÍ og álopini regnaðu oman á Skála-málið. Tá 15. minuttir vóru eftir at leika fór málmaskinan hjá Rannvá í gongd og gjørdi ikki mætari enn at skjóta fýra mál, so endaliga úrslitið gjørdist 5-0.
Við sigrinum liggja kvinnurnar framvegis nummar eitt í deildini, trý stig frammanfyri AB. 2. hvítsunnudag verður næsti dystur hjá kvinnunum, tá seinna hálvfinala ímóti Víking er á skránni. Fyrra dystin vunnu KÍ-kvinnurnar 12-0.
KÍ - Skála 5 - 0 (0 - 0)
1 - 0 Sofía Purkhús, 57'
2 - 0 Rannvá B. Andreasen, 76'
3 - 0 Rannvá B. Andreasen, 78'
4 - 0 Rannvá B. Andreasen, 85'
5 - 0 Rannvá B. Andreasen, 86'
Randi S. Wardum - Sigrid Jacobsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ann Stauss - Sofía Purkhús, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen (Tove Sólheyg, 66'), Maria K. Thomsen - Eyðvør Klakstein (Una Joensen, 55'), Rannvá B. Andreasen.
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Tina Joensen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Rasmus Jacobsen og Ragna Patawary
















