03 Juni 2011

KÍ-kvinnurnar vunnu ein knúsandi 12-0 sigur á Víkingi.
Tað skal ganga rættuliga illa um KÍ ikki verður annað liðið í ársins steypafinalu á summarfestivalinum. Tær hava verið í 14 finalun tey seinstu 15 árini, men allar hesar hava verið leiktar í Havn, tó undantikið tí einu, sum bleiv leikt í Leirvík. Nú avgerð er tikin um, at finalan í ár skal leikast í Klaksvík í ár, settu KÍ-kvinnurnar sær fyri, at tær skuldu royna at avgerða alt í fyrru hálvfinaluni, so tær kundu taka sær meira av løttum í tí seinnu. Hetta vísti seg at rigga til fulnar, tí longu í fyrra hálvleiki var støðan 6-0, og finaluplássi meira ella minni í hús. Við teimum seks málunum, ið tær gjørdu í seinna hálvleiki, mugu tey mest svartskygdu fólkini nokk eisini vænta at KÍ verður annað liðið í finaluni.
Tað var sera stuttligt at síggja hvussu væl ungu gentirnar kláraðu seg í Gøtu, har serliga 15 ára gamla Eyðvør Klakstein og 16 ára gamla Maria K. Thomsen, sum spældu við verjuni hjá Víkingi. Tær báðar gjørdu trý mál í part í fyrra hálvleiki. Tað skal sigast at alt liðið spældi ein góðan dyst har serliga álopsparturin riggaði framúr. Tær tríggjar á miðvøllinum Elsa Maria, Ása, Sigrid og Rannvá leiktu allar ein góðan dyst og gav Víkingi stórt høvðubríggj. Og verjan tók sær av tí mesta sum kom á KÍ-hálvuna og tað sum fór fórbí tók Randi sær av.
Víkingur hevði ikki nógv frameftir, men tó høvdu tær okkurt skot og eisini høvdu tær nøkur hornaspørk.
Hóast KÍ hevði bóltin fyri tað mesta og høvdu bóltin í málinum heili 12-0 ferðir, so kann nevnast at einki av málunum vóru uppá deyðbóltstøður. KÍ hevði einki hornaspark í dystinum.
Sum sagt so skoraðu Eyðvør og Maria trý mál í part í fyrra hálvleiki. Hetta vóru eisini tey fyrstu málini hjá Eyðvør á besta liðnum. Í seinna hálvleiki vildi Rannvá eisini sleppa uppí og gjørdi trý mál. Eyðvør gjørdi tvey afturat og vælleikandi Sigrid Jacobsen slapp at seta puntum fyri hendan knúsandi stórsigurin.
Víkingur - KÍ 0 - 12 (0 - 6)
0 - 1 Maria K. Thomsen, 11'
0 - 2 Eyðvør Klakstein, 13'
0 - 3 Eyðvør Klakstein, 18'
0 - 4 Maria K. Thomsen, 29'
0 - 5 Eyðvør Klakstein, 32'
0 - 6 Maria K. Thomsen, 33'
0 - 7 Rannvá B. Andreasen, 46'
0 - 8 Rannvá B. Andreasen, 54'
0 - 9 Eyðvør Klakstein, 58'
0 - 10 Eyðvør Klakstein, 60'
0 - 11 Rannvá B. Andreasen, 83'
0 - 12 Sigrid Jacobsen, 87'
Randi S. Wardum - Una Joensen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ann Stauss - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen (Tove Sólheyg, 46'), Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen (Sofía Purkhús, 55') - Sigrid Jacobsen, Eyðvør Klakstein (Gunnrið Joensen, 89').
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjarar: Rasmus Jacobsen og Ragna Patawary
Fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Norðlýsinum ella við at trýst á her
















