30 Mai 2011

KÍ-kvinnurnar vunnu ein tryggjan 4-1 sigur í Gøtu
KÍ-kvinnurnar høvdu eitt sindur av trupuleikum við at fáa spæli at koyra fyrstu løtuna, og gjørdu nógvar feilir. Víkingur pressaði høgt, og royndi at forstýra uppspælið hjá KÍ-kvinnunum. Tað var týðuligt at síggja, at Víkingur ætlaði sær ikki at spæla bólt hendan dagin, men heldur sparka langar bóltar fram og vóna at áleyparin kundi renna frá verjuni, men hetta eydnaðist ikki serliga væl.
Tá 17. minuttir vóru leiktir eydnaðist tað Rannvá at leggja KÍ-kvinnurnar á odda, tá hon bleiv spæld leys av Paulu. Sigrid økti til 2-0, sum eisini var hálvleikstøðan.
Í seinna hálvleiki royndi Víkingur enn meira at spæla við longum bóltum, so hetta gjørdi tað enn meira trupult hjá KÍ-kvinnunum at fáa spælið at hanga saman. Víkingur fekk eitt lítið sindur av spenningi í aftur dystin tá Heidi Sevdal sendi eitt fríspark, umvegis ein KÍ-leikara í netið, men Sigrid vildi tað ørvísið og økti til 3-1 tá 70 minuttir vóru leiktir, og roynd og verðu avgjørdi dystin.
Paula Mikkelsen hevði seinasta sparki í dystinum, tá hon hevði tikið allan tann langa túrin úr verjuni og fram í brotsteigin og smekkaði bóltin í netið úr spískum.
Víkingur - KÍ 1 - 4 (0 - 2)
0 - 1 Rannvá B. Andreasen, 17'
0 - 2 Sigrid Jacobsen, 39'
1 - 2 Heidi Sevdal, 57'
1 - 3 Sigrid Jacobsen, 70'
1 - 4 Paula Mikkelsen, 90'
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ann Stauss (Una Joensen, 46') - Sigrid Jacobsen, Elsa Maria Simonsen (Tove Sólheyg, 78'), Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen (Ásla Johannesen, 87') - Eyðvør Klakstein, Rannvá B. Andreasen
Venjari: Erik E. Nielsen
Hjálparvenjarar: Rasmus S. Jacobsen og Ragna Patawary
















