Kvinnurnar liggja nú einsamallar á odda

KÍ-kvinnurnar tóku í móti AB á heimavølli. Tað regnaði sera illa tá dysturin bleiv bríkslaður í gongd og nógvastaðni sóðust hyljar á vøllinum. Men seinni bleiv turt og hyljarnir vóru skjótt burtur.
Tað var KÍ sum setti seg á dystin beinanvegin og við góðum spæli trýstu tær AB langt aftur á vøllin. Tað gingu heldur ikki meira enn 15. minuttir áðrenn bólturin lá í AB-málinum. Sofía gerst leys úti í høgru síðu og smekkar uppá mál, men AB-málverjin hálvbjargar, men har er Sigrid sum fylgir upp og smekkar bóltin í málið.
Áðrenn málið hevði AB ikki havt tað stóra frameftir, men teimum eydnast at svara aftur beinanvegin, tá Mona Breckmann gerst leys og javnar.
KÍ-kvinnurnar hildu áfram at trýsta á málið hjá AB og tað gav beinanvegin úrslit. Næsta málið líktist sera nógv tí fyrra, men hesaferð var tað ein AB-kvinna í skeyt bóltin í egi mál. Aftur eydnaðist tað AB at svara aftur og aftur hesaferð fingu tær mál burturúr nærum ongum. Eftir eitt innkast gerst Mona leys og skorðar.
Beint áðrenn hálvleik eydnast tað so aftur KÍ-kvinnunum at leggja seg á odda aftur. Rannvá Andreasen, sum var mansvard allan dystin, smekkaði uppá mál langt úti og bólturin sat í málhorninum.
Um KÍ-kvinnurnar høvdu tikið sær longri hálvleik enn vanligt, skal vera ósagt, men longu í fyrsta minutti lá bólturin aftur í KÍ-málinum, og aftur hesaferð var Mona uppá spæl og fekk spælt bóltin yvir til Ásleyg Súnadóttir, sum javnaði til 3-3.
Hetta var ein dagur, sum álopið hevði ein góðan dag, meðan verjan hevði ein av teirra ringu døgum. Verjan er nakað broytt í mun til í fjør við tað at Ragna ikki er við, og tí tekur tað tíð, til at fáa nýggju leikarnir spældar inn.
Men KÍ-kvinnurnar vístu góðan moral og tær hildu áfram at trýsta AB, sum spældi nógv við longum bóltum fram til Monu. Eftir eitt hornaspark, sum AB fekk rudda vekk í fyrstu atløgu, eydnaðist tað Malenu at skalla bóltin í málið til. 4-3.
Í síðstu minuttunum sendi Rannvá eitt hart skot í móti málinum og tað brast á tvørtræði og í málið. Eitt vakurt mál at seta punktum við, eftir hendan undirhaldandi dystin.
Við sigrinum fara KÍ-kvinnurnar 3 stig framum AB-kvinnurnar.

KÍ - AB 5 - 3 (3 - 2)
1 - 0 Sigrid Jacobsen, 14'
1 - 1 Mona Breckmann, 18'
2 - 1 Sjálvmál, 21'
2 - 2 Mona Breckmann, 28'
3 - 2 Rannvá B. Andreasen, 41'
3 - 3 Ásleyg Súnadóttir, 46'
4 - 3 Malena Josephsen, 56'
5 - 3 Rannvá B. Andreasen, 82'

Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ann Olsen - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen (Tove Sólheyg, 87'), Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Gunnrið F. Joensen, Una Joensen, Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein.
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjarar: Rasmus Jacobsen og Ragna Patawary