KÍ-kvinnurnar leiktu seg í gjárkvøldið víðari til hálvfinaluna.

Tær vóru í Gundadali og leiktu ímóti B36, og aftur hesaferð endaði tað við, at KÍ-kvinnurnar vunnu dystin 2-0. Aftur hesaferð var talan um ein tryggan 2-0 sigur, har B36 fyri tað mesta royndi at verja, og spæla uppá skjótálop.
Sigrid skoraði til 1-0 eftir eitt væl leikt álop, sum endaði við at Rannvá spældi Sigrid leysa og smekkaði bóltin í netið. Henda støðan helt sær líka til 58. minutt tá Bára hegnisliga lyfti bóltin uppum málverjan, eftir at hon bleiv spæld leys av dótrini Eyðvør.
Hóast tað ikki komu fleiri mál í dystinum, so var sigurin ongantíð í vanda. Nevnast kann at Ásla Johannesen, ið fylti 15 ár týsdagin, fekk sínar fystu minuttir á 1. deild tá hon bleiv innskift fyri Sigrid.
Kvinnurnar hava nú leikt seg í hálvfinaluna, men enn er ikki greitt hvat mótstøðuliðið verður. Lutakast verður um hvussu leikt verður víðari.

B36 - KÍ 0 - 2 (0 - 1)
0 - 1 Sigrid Jacobsen, 28'
0 - 2 Bára S. Klakstein, 58'

Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen (Jenny Lydersen, 78'), Una Joensen, Malena Josephsen, Ann Stauss - Bára S. Klakstein, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen (Ásla Johannesen, 90'), Rannvá B. Andreasen
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Tove Sólheyg
Venjarar: Erik Nielsen, Rasmus Jacobsen og Ragna Patawary