09 Mai 2011

mynd: www.nordlysid.fo
KÍ-kvinnurnar vunnu ein tryggan 2-0 sigur á B36 eftir hálvleikstøðuna 1-0.
Hóast KÍ-kvinnurnar høvdu bóltin fyri tað mesta, og royndu at trýsta B36, so sást tað beinanvegin, at hetta var ikki ein av teirra bestu døgum. Spæli hekk illa saman og tær høvdu trupuleikar at spæla seg framm til kjansir. Tá umleið hálvur tími var leiktur fingu tær hol á, tá Rannvá spældi Sofíu leysa og skoraði trygt.
Hendan støðan helt sær líka til hálvur tími var leiktur av seinna hálvleiki, tá Rannvá smekkaði til úr spískum og via stongina fór bólturin í málið.
Hetta var ein dystur har spælið fyri mesta av dystinum ikki hekk saman, men KÍ-kvinnurnar kunnu longu mikudagin rætta uppá hetta, tá tær aftur møta B36 í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Hesin dysturin verður tó leiktur í Havn.
KÍ - B36 2 - 0 (1 - 0)
1 - 0 Sofía Purkhús, 27'
2 - 0 Rannvá B. Andreasen, 69'
Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen (Una Joensen, 40'), Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ann Stauss - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen (Tove Sólheyg, 81'), Ása K. Thomsen, Sigrid Jacobsen - Eyðvør Klakstein (Maria K. Thomsen, 73'), Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Sølvá B. Andreasen.
















