KÍ-kvinnurnar vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Skála

KÍ-kvinnurnar hava tað vanligt sera trupult á Skála, men hesaferð var eingin ivi um úrslitið. KÍ-kvinnurnar vunnu 3-0 eftir hálvleikstøðuna 2-0.
Malena legði KÍ-kvinnurnar á odda longu í 7. minutti har hon setti høvdið á eitt hornaspark frá Rannvá. Lítla løtu seinni vóru Skála-kvinnurnar so óhepnar at gera sjálvmál eftir enn eitt hornaspark.
KÍ-kvinnurnar stýrdu dystinum frá byrjan til endan og skuldi havt vunnið við enn fleiri málum, men tær fingu bert tað eina afturat, tá Rannvá smekkaði eitt langskot uppí málhornið.
Næsti dystur verður komandi sunnudag tá B36 kemur á vitjan.

Skála - KÍ 0 - 3 (0 - 2)
0 - 1 Malena Josephsen
0 - 2 Sjálvmál
0 - 3 Rannvá B. Andreasen

Randi S. Wardum - Ann Stauss (Una Joensen, 72'), Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús (Maria K. Thomsen, 82'), Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Sigrid Jacobsen - Eyðvør Klakstein (Sølvá B. Andreasen, 84'), Rannvá B. Andreasen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Tove Sólheyg, Gunnrið F. Joensen


Her eru nakrar myndir frá dystinum