25 Apríl 2011

KÍ-kvinnurnar leiktu javnleik 1-1 ímóti AB á Argjum
Tað var einki serligt fótbóltsveður á Argjum, tá okkara kvinnur vitjaðu á Argjum. Tað var sera nógvur vindur, sum órógvaði spælið sera nógv. Ælini vóru eisini sera grov og tað eina løtuna steðgaði dómarin dystinum í nakrar minuttir.
Tað er ikki nógv at skriva heim um í fyrra hálvleiki. Okkara kvinnur leiktu undan vindinum, men komu ikki til nakað serligt.
Í seinna hálvleiki skuldi okkara kvinnur leika ímóti vindinum og væntaðu tí, at AB fór at leggja stórt trýst á KÍ-verjuna, men soleiðis var ikki. Heldur var tað okkara kvinnur sum høvdu bóltin og royndu at koma fram í nógva mótvindinum. Serliga Sofía Purkhús, ið var flutt út á síðuna at leika, hevði ein góðan dag og kom til fleiri innlegg og tað var eisini hon sum skapti málið, sum hon sjálv skoraði í 72. minuttir.
Hóast at tað sá út til at tað var tamarhald á støðuni, so endaðist tað AB at javna í 86. minutti eftir eitt hornaspark, sum í fyrstu atløgu bleiv rudda burtur, men í aðru atløgu fekk Lisa í Liða sent ein retur í málið.
Javnleikur á Argjum er ikki so galið úrslit, tá hugsa verður um veðrið og at AB hevur boða frá, at tær ætla at vinna meistaraheitið frá KÍ-kvinnunum.
AB - KÍ 1 - 1 (0 - 0)
0 - 1 Sofía Purkhús
1 - 1 Lisa í Liða
KÍ
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ann Olsen - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Sigrid Jacobsen - Eyðvør Klakstein, Sofía Purkhús.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Sølva B. Andreasen, Tove Sólheyg, Gunnrið Joensen
Venjari: Rasmus S. Jaocbse og Ragna Patawary
















