19 Apríl 2011

KÍ-kvinnurnar vunnu stórsigur á HB
KÍ-kvinnurnar hava ikki leikt ímóti HB síðan 2003. Í 2004 boðaðu tær nemliga frá, at tær ikki vóru við meira, tí høvdu trupuleikar at mannað lið. Nú eru tær so við aftur í bestu deildini og sunnudagin høvdu KÍ-kvinnurnar vitjan av teimum.
Tað sást beinanvegin at KÍ-kvinnurnar ætlaðu sær ikki at vera gestablíðar, og løgdu seg á dystin beinanvegin. HB kláraði at standa í móti í góðar 15. minuttir, men so skrædnaði heilt, og KÍ fekk 3 skjót mál og beint fyri hálvleik fingu tær tvey mál afturat. Maria K. Thomsen og Rannvá Andreasen gjørdi tvey mál í part áðrenn hálvleik meðan Sofía Purkhús gjørdi tað eina.
Í seinna hálvleiki hildu KÍ-kvinnurnar áfram har tær sleptu og fingu 4 mál afturat. Rannvá, Maria og Sofía gjørdi hvørsítt mál afturat og Malena slapp eisini uppí part og gjørdi tað til 8-0.
Endaliga úrsliti gjørdist 9-0, ið ikki var eitt mál ov lítið.
Næsti dystur hjá KÍ-kvinnunum verður á Argjum 2. páskadag.
KÍ - HB 9 - 0 (5 - 0)
1 - 0 Maria K. Thomsen
2 - 0 Sofía Purkhús
3 - 0 Rannvá B. Andreasen
4 - 0 Maria K. Thomsen
5 - 0 Rannvá B. Andreasen
6 - 0 Rannvá B. Andreasen
7 - 0 Sofía Purkhús
8 - 0 Malena Josephsen
9 - 0 Maria K. Thomsen
Randi S. Wardum - Ann Stauss (Jenny Lydersen, 73'), Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein (Petra Sjóstein, 69'), Gunnrið Joensen (Sølvá B. Andreasen, 75') - Rannvá B. Andreasen, Malena Josephsen, Tove Sólheyg, Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Eyðvør Klakstein, Elsa Maria Simonsen
Venjari: Erik Nielsen
















