KÍ-kvinnurnar fingu sín næsta sigur í hús, tá tær vunnu fult uppiborið 2-1 á Víkingi.

 

 

 

Hóast Víkingur loypti eitt sindur av hvøkki á KÍ-kvinnurnar, tá Heidi Sevdal sendi eitt fríspark beinleiðis í málið longu í 4. minutti, so fótaðu tær seg skjótt aftur. Fimtan minuttir seinni javnaði Rannvá og bert fáar minuttir seinni økti Sofía til 2-1. Eftir hetta hevði KÍ fult tamarhald á dystinum og Víkinga-kvinnurnar skulu vera glaðar fyri, at KÍ-kvinnurnar ikki høvdu bundi lissurnar rætt. KÍ-kvinnurnar svumu í málkjansum, men í málið vildi bólturin ikki.
Hetta má gerast betur til komandi dyst, tá KÍ-kvinnurnar taka í móti HB á heimavølli. HB er aftur í bestu deildini eftir, at hava verið burtur síðan 2003, tá tær boðaðu frá, at tær tóku liðið úr.


Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Una Joensen, Malena Josephsen, Ann Stauss - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen (Eyðvør Klakstein, 79') - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Tina Joensen, Petra Sjóstein, Gunnrið Joensen
Gult kort: Ann Stauss
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Rasmus Jacobsen