Maria í nærdysti við Vár Næs hjá B36

KÍ-kvinnurnar vunnu fyrsta landskappingardystin 3-0 á B36

 

 

KÍ-kvinnurnar vóru í Gundadali og leiktu ímóti uppflytarnum úr B36. KÍ-kvinnurnar vunnu dystin 3-0 eftir at tær høvdu verið á odda 1-0 í hálvleikinum.

KÍ-kvinnurnar løgdu eitt trýst á B36 frá byrjan og longu í 7. minutti høvdu tær ein gyltan møguleika at leggja seg á odda, tá tá B36 leikari nýtti hondina í brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark. B36-leikarin slapp merkisvert undan tí reyðakortinum, sum átti at verið givið har, tá hon sum aftasti leikari tók møguleikan frá KÍ at leggja seg á odda. Brotssparki frá Rannvá hevði málverjin lúrt av og bjargaði.
Eftir hetta kom B36 meira við í dystin uttan tó at blíva heilt farligar. Tær høvdu tó onkur langskot, uttan tó at blíva farligar.
KÍ-kvinnurnar høvdu harafturímóti fleiri kjansir, men tær høvdu trupuleikar at fáa bóltin framvið Bjartu í B36 málinum. Men beint fyri hálvleik gekk tað ikki longur hjá B36, tá Malena setti høvdið á eitt hornaspark frá Rannvá.
Í seinna hálvleiki settu KÍ-leikarnir ferðina eitt sindur upp og komu til enn fleiri kjansir, men tað skuldi ganga heili 61. minuttir, tá Rannvá gjørdi skaðan góðan aftur, tá hon smekkaði bóltin í málið frá spískum. Og tá hon eftir hornaspark í seinasta minutti setti høvdið á og staðfesti harvið sigurin.

Mál
0 - 1 Malena Josephsen, 43'
0 - 2 Rannvá Andreasen, 61'
0 - 3 Rannvá Andreasen, 90'

Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen, Una Joensen, Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen - Ása K. Thomsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen - Eyðvør Klakstein, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Tina Joensen, Sølvá Andreasen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Rasmus S. Jacobsen