02 Apríl 2011

Í morgin, sunnudagin, fer landskappingin hjá kvinnum í gongd. KÍ-kvinnurnar byrja í Gundadali ímóti B36
KÍ-kvinnurnar byrja ímóti B36, ið er nýtt lið í bestu kvinnudeildini. Tað eru nakrar broytingar á liðnum hjá KÍ-kvinnunum, har onkrir leikarar ikki verða við og har aðrar eru komnar við aftur eftir steðg. Eisini hevur liðið fleiri ungar leikarar við, so liðið er ein blanding av eldri og yngri leikarnum.
Dysturin í morgin byrjar kl. 12 og verður á ovara vølli í Gundadali.
















