29 September 2010

KÍ-kvinnurnar fingu í kvøld handa gullið og steypið 11. árið á rað.
KÍ-kvinnurnar leiktu seinasta dystin í ár ímóti EB/Streymi og vunnu 7-1. Tær vóru nakað skerdar við tað, at U17 landsliðið er í Russlandi og leikar, og har eru 4 leikarar við, sum vanliga leika við besta liðnum.
KÍ hevði bóltin meginpartin av dystinum, men tær høvdu trupuleikar at leika seg í gjøgnum verjuna hjá EB/Streymi, so stóð langt afturi á vøllinum. Men tá 21. minuttir vóru leiktir eydnaðist tað Sofíu Purkhús at fáa bóltin framvið málverjanum og leggja KÍ á odda 1-0. Løtu seinni økti Ása K. Thomsen til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, tað var KÍ, sum hevði bóltin fyri tað mesta, og EB/Streymur var sjálvdan at síggja á KÍ hálvuni. KÍ fekk eisini 5 mál afturat, sum Ása við trimum, og Sofía og Una við hvørsínum, gjørdu. Íðunn Magnussen fekk ímóti endanum av dystinum pynta um úrslitið við at minka um munin.
Eftir dystin fingu KÍ-kvinnurnar steypið handa og Gull-heiðursmerkini hongd um hálsin.
Eyðbjørn Jacobsen var og tók nakrar myndir, sum kunnu síggjast niðanfyri

























