24 September 2010

Okkara gullkvinnur leiktu ein málleysan javnleik ímóti silvurvinnarnum av Argjum mikukvøldið.
Dysturin eigur at verða leiktur sunnudagin, men bleiv av ymsum orsøkum fluttur til mikukvøldið. Tað stóð ikki tað stóra uppá spæl áðrenn dystin, men bæði liðini vildu vinna dystin. Tað leikaði javnt á báðar vegir, og bæði liðini komu til heilt stórar kjansir, men hvørki av liðnum kláraði at fáa bóltin í málið.
Við javnleikinum á Argjum hava KÍ-kvinnurnar bert tapt ein dyst í ár, ið var 6-0 tapið ímóti Everton í Champions League. Tó er ein dystur eftir at leika ímóti EB/Streymi mikukvøldið. Eftir tann dystin fáa KÍ-kvinnurnar gull og steypið handa.
AB - KÍ 0 - 0
KÍ
Randi S. Wardum - Bára S. Klakstein, Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Una Joensen - Sigrid Jacobsen, Tove Sólheyg, Malena Josephsen, Rannvá Andreasen - Eyðvør Klakstein, Ása K. Thomsen.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Maria K. Thomsen, Gunnrið Joensen, Elsa Maria Simonsen
Gult kort: Malena Josephsen
Venjari: Rasmu Jacobsen
















