19 September 2010
Eftir 12-0 sigurin á Víkingi í dag, kunnu KÍ-kvinnurnar kalla seg føroyameistarar fyri 11. ferð á rað. Fyrr í ár vunnu tær eisini steypakappingina, so greipuvinnarar kunnu tær eisini kalla seg.

KÍ-kvinnurnar vistu áðrenn dystin í dag, at við ein um sigri á Víkingi, so tryggjaðu tær sær meistara heiti 11. árið á rað. Hetta høvdu tær ongan hug til at útseta, so tær løgdu seg á dystin frá fyrsta bríksli. Tað var eitt støðugt trýst ímóti Víkinga málinum allan dystin, og var sigurin ikki eitt mál ov stórur.
Rannvá legði KÍ-kvinnurnar á odda við einum góðum skoti, men aftaná tað tók Sigrid yvir og gjørdi reint hattrick. Tá umleið 10 minuttir vóru eftir, at leika, tók tað bert 6 minuttir hjá Rannvá at gera eitt reint hattrick. Eisini Sofía fann vegin til meskarnar tvær ferðir, meðan Maria og Ragna gjørdi tey seinastu málini.
Til tíðir var tað sera flott spæl at síggja frá KÍ-kvinnunum, har okkurt málið sera flott gjøgnum spælt.
Tað eru tveir dystir eftir at leika hjá KÍ-kvinnunum, har annar er ímóti AB á Argjum og hin er ímóti EB/Streymi í Klaksvík.
KÍ-Víkingur 12 - 0 (3 - 0)
1 - 0 Rannvá Andreasen, 17'
2 - 0 Sigrid Jacobsen, 26'
3 - 0 Sigrid Jacobsen, 34'
4 - 0 Sigrid Jacobsen, 52'
5 - 0 Rannvá Andreasen, 64'
6 - 0 Sofía Purkhús, 74'
7 - 0 Rannvá Andreasen, 78'
8 - 0 Rannvá Andreasen, 80'
9 - 0 Rannvá Andreasen, 82'
10 - 0 Sofía Purkhús, 85'
11 - 0 Maria K. Thomsen, 85'
12 - 0 Ragna Patawary, 89'
KÍ
Randi S. Wardum - Bára S. Klakstein, Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Una Joensen (Gudrun Vest, 77') - Sigrid Jacobsen (Gunnrið Joensen, 70'), Tove Sólheyg, Malene Josephsen, Rannvá Andreasen - Eyðvør Klakstein (Maria K. Thomsen, 65'), Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Ása K. Thomsen
Venjari: Erik Nielsen
Hj. venjari: Rasmus Jacobsen























