Tað er ikki á hvørjum degi at vit síggja móðir og dóttir leika á sama liðið.

Image
Móðir og dóttir á sama liðið
 

Hetta hendi á Skála seinasta sunnudag, tá KÍ-kvinnurnar vóru á Skála og leiktu. Bára byrjaði inni í dystinum, og í 69. minutti bleiv dótturin skift inn, og hendan sjálvsama hending var veruleiki.

Soleiðis skrivar www.kvinnufotbolt.com um hesa stuttligu hendingina

Í 69. minutti í dystinum í millum Skála og KÍ í dag kom Eyðvør Klakstein á vøllin. Hon fyllir 15 ár í dag og fekk sín fyrsta dyst á besta kvinnuliðnum hjá KÍ. Tað er nú ikki so óvanligt, men merkisverda í hesum er, at á vøllinum var longu mamma hennara, Bára S. Klakstein, og tískil leiktu móðir og dóttir á sama liðið.


Okkum vitandi so er hetta bert einaferð hent áður, tá Meibritt úr Hørg frá Sumba spældi saman við dóttir hennara Onnu Mariu.


Bára hevur í mong ár verið ein partur av KÍ-kvinnunum, men síðan 2008 hevur hon ikki leikt so nógv. Í ár hevur hon tó valt at taka gaggurnar framaftur. Hon var í fleiri ár liðskipari á kvinnulandsliðnum og hevur eisini í fleiri ár verið venjari hjá gentuliðnum hjá KÍ. Har hevur hon vunnið gull øll árini.


Eyðvør Klakstein er ein leikari, ið ein skjótt fær eyga á á vøllinum. Hon er skjót, hevur góðan teknink, og so hevur ho
n eisini, hóast sín unga aldur, eitt gott bólt eyga og dugir væl finna síðar liðfelagar. Hana fara vit uttan iva, at síggja nógv til í framtíðini.