07 September 2010
KÍ-kvinnurnar vunnu 2-0 á Skála og nærkast nú veruliga gullinum.

KÍ-kvinnurnar hava havt trupuleikar við at fáa mál ímóti Skála, og soleiðis var eisini hesuferð. Tær vunnu tó dystin 2-0 eftir hálvleikstøðuna 0-0.
Um fyrra hálvleik er ikki nógv at skriva um, tí har bleiv meira sparka enn spælt, men í seinna hálvleiki var nógv betur, og KÍ fingu eisini tað málið, sum skuldi til, fyri at basa Skála.
KÍ-kvinnurnar fingu fyrsta málið í 64. minutti tá Sofía Purkhús var fyrst á returinum, eftir eitt fríspark frá Rannvá. Hendan støðan helt sær líka til seinasta minuttin, tá Skála royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið. Tær koyrdu nógv fólk fram, og tað kostaði beinanvegin í hinum endanum, tá Sofía rann frá verjuni og skoraði til endaliga úrslitið 2-0.
Nú skal tað ganga rættuliga illa hjá KÍ-kvinnunum, sum enn ikki hava tapt í ár, um tær ikki skulu blíva meistarar fyri 11. ferð. Tær hava brúk fyri einum sigri í trimum teimum seinastu dystunum í ár. Næsti dysturin verður á heimavølli í móti Víkingi tann 19. september.

Skála - KÍ 0 - 2 (0 - 0)
0 - 1 Sofía Purkhús, 64'
0 - 2 Sofía Purkhús, 90'
KÍ
Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen (Gudrun Vest, 44'), Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Bára S. Klakstein - Rannvá B. Andreasen, Malena Josephsen, Tove Sólheyg (Eyðvør Klakstein, 69'), Maria K. Thomsen, (Una Joensen, 86') - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús.
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Adelheid Olsen
Gult kort: Maria K. Thomsen
Venjari: Erik E. Nielsen


















