KÍ-kvinnurnar vunnu 3-0 á Skála og eru framvegis ósigraðar í kappingini.

Image
Randi bjargaði brotssparki (savnsmynd)
 

KÍ-kvinnurnar hava havt trupuleikar við at vinna á Skála í ár og soleiðis var eisini hesuferð. Tær høvdu trupuleikar at leika seg í gjøgnum verjuna hjá Skála, sum mesta av tíðini hevur nógvar leikarar aftanfyri bóltin.
Í fyrra hálvleiki vóru ikki nógvir málkjansir, men Skála fekk tó tann størsta kjansin, sum ein kann fáa, tá tær fingu brotsspark. Fríðrun Danielsen bleiv sett at skjóta, men Randi bjartaði meistarliga og støðan var framvegis 0-0.
Í seinna hálvleiki kom meira lív í KÍ-liðið, har tær komu til fleiri kjansir beinanvegin, men Skála-kvinnurnar fingu í fleiri førum rudda burtur á sjálvari málstrikuni.
Tá uml. 65 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað enduliga KÍ at fáa hol á, tá KÍ fangar bóltin í uppspælinum hjá Skála, og Rannvá takkar fyri og smekkar bóltin í netið til 1-0. Bara tríggjar minuttir seinni økir Malena til 2-0 eftir hornaspark og tríggjar minuttir eftir tað ger Maria tað til 3-0 eftir flott innlegg frá Sofíu.
KÍ-kvinnurnar liggja framvegis á odda við sjey stignum nú bert fimm dystir eru eftir at leika.


KÍ - Skála 3 - 0 (0 - 0)
1 - 0 Rannvá B. Andreasen, 65'
2 - 0 Malena Josephsen, 68'
3 - 0 Maria K. Thomsen, 71'



Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen, Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Gudrun Vest (Bára S. Klakstein, 61') - Ása K. Thomsen (Maria K. Thomsen, 19'), Tove Sólheyg, Malena Joesphsen, Rannvá B. Andreasen - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Adelheid Olsen, Una Joensen
Venjari: Erik Nielsen
Hj. venjari: Rasmus Jacobsen