KÍ-kvinnurnar vunnu heili 10-0 ímóti MB, eftir hálvleiksstøðuna 6-0

 

Image
Savnsmynd

KÍ-kvinnurnar vunnu útsetta dystin ímóti MB heili 10-0 eftir at tær høvdu verið á odda 6-0 í hálvleikinum. Tað er ikki so nógv at siga um dystin, enn at KÍ-kvinnurnar vóru betur enn MB á øllum plássum, og vóru tær óhepnar at tær ikki nógv fleiri mál. MB hevði eina atsøkn ímóti málinum hjá KÍ, har Randi mátti vísa hvør dugur er í henni.
Unga Maria K. Thomsen byrjaði málveitsluna og síðan tóku Sofía og Rannvá yvir. Rannvá gjørdi 4 mál og Sofía gjørdi 3 mál meðan Malena gjørdi tvey.
Stuttligt var at síggja at dysturin í gjár gav comeback til Báru S. Klakstein, sum sjálv ikki hevur verið á vøllinum síðan 2008, men tó hevur verið aktiv sum venjari í fleiri ár.
Sunnudagin kemur Skála á vitjan. Seinast liðini møttust í Klaksvík endaði tað við javnleiki, og tí kann talan blíva um ein spennandi dyst. Dysturin byrjar kl. 14

KÍ - MB 10 - 0 (6 - 0)
1 - 0 Maria K. Thomsen, 14'
2 - 0 Rannvá Andreasen, 23'
3 - 0 Sofía Purkhús, 28'
4 - 0 Rannvá Andreasen, 34'
5 - 0 Sofía Purkhús, 35'
6 - 0 Malena Josephsen, 42'
7 - 0 Rannvá Andreasen, 55'
8 - 0 Sofía Purkhús, 62'
9 - 0 Rannvá Andreasen, 66'
10 - 0 Malena Josephsen, 70'


Randi S. Wardum - Adelheid Olsen (Bára S. Klakstein, 66'), Paula Mikkelsen, Malena Josephsen, Gudrun Vest - Rannvá Andreasen, Tove Sólheyg, Ása K. Thomsen (Una Joensen, 46'), Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Ragna Patawary
Venjari: Erik Nielsen
Hj. venjari: Rasmus Jacobsen