KÍ-kvinnurnar vunnu heili 6-0 á EB/Streymi eftir hálvleikstøðuna 3-0.

Image
Steypavinnarnir vunnu aftur
 

Eftir at hava verið í Litava í eina viku og leikt Champions League fótbólt, var daglig dagur aftur hjá KÍ-kvinnunum, tá tær vóru á Streymnesi og leiktu.
Tað gingu bara tveir minuttir tá Rannvá smekkaði til langt úti frá og í málið. Aftaná tað fingu KÍ-kvinnurnar ikki spæli orduligt at hanga saman og vóru nógvar feilavleveringar at síggja. Men so tóku tær seg saman og aftaná tað var bara ein vegur. Sofía Purkhús økti til 2-0 í 24. minutti og lítla løtu seinni gjørdi Sigrid Jacobsen tað til 3-0.
Í seinna hálvleiki var somuleiðis nærum bert einvegis ferðsla ímóti málinum hjá EB/Streymi, og høvdu KÍ-kvinnurnar eitt hav av málmøguleikum. Rannvá fekk økti til 4-0 og við tveimum málum frá Sofíu afturat vann KÍ ein tryggan 6-0 sigur.
KÍ-kvinnurnar skulu aftur á vøllin mikukvøldið, tá tær skulu leika ímóti MB.

EB/Streymur - KÍ 0 - 6 (0 - 3)
0 - 1 Rannvá B. Andreasen, 3'
0 - 2 Sofía Purkhús, 24'
0 - 3 Sigrid Jacobsen, 35'
0 - 4 Rannvá B. Andreasen, 59'
0 - 5 Sofía Purkhús, 67'
0 - 6 Sofía Purkhús, 84'


Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen, Paula Mikkelsen (Adelheid Olsen, 76'), Ragna Patawary (Maria K. Thomsen, 55'), Gudrun Vest - Ása K. Thomsen, Malena Josephsen, Tove Sólheyg, Sigrid Jacobsen - Rannvá B. Andreasen (Una Joensen, 73'), Sofía Purkhús
Venjari: Erik Nielsen
Hj.venjari: Rasmus Jacobsen