13 August 2010
KÍ-kvinnurnar gjørdust nr. 2 í bólkinum. Hetta gjørdist greitt eftir, at tær vunnu seinasta dystin ímóti makedonsku meistarnum.

Tað hevur verið eitt sindur av forvirringini, um hvat nummar KÍ-kvinnurnar endaðu í bólki 2 í Uefa Champions league kappingini. Á heimasíðuni hjá Uefa stendur, at tær endaðu nr. 3, men í teimum officellu pappírunum hjá Uefa endaðu tær nr. 2 í bólkinum. Regulin er jú tann, at ein hyggur eftir innanhýsis dystunum áðrenn, ein hyggur eftir málmuninum. Ein tekur ikki tað niðasta liðið við, men hyggur bert eftir trimum teimum bestu. Her endaðu Everton á einum flott fyrsta plássi, meðan KÍ og Gintra endaðu við sama stigatali á øðrum plássi, men av tí, at KÍ tapti 6-0 ímóti Everton og Gintra tapti 7-0, so endaðu KÍ-kvinnurnar frammanfyri Gintra. Tað hevur ikki so stóran týdning, um ein endar á øðrum ella triðja plássi, men tað sær betur út á pappírinum. Tað er bert Everton sum sleppur víðari í kappingini.
Vunnu seinasta dystin
KÍ-kvinnurnar vunnu seinasta dystin í kappingini 2-0 ímóti ZFK Borec úr Makedonia, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Bæði liðini løgdu varliga út og vildu ikki orduliga leypa á, men so við og við fóru okkara kvinnur longur fram á vøllin, so tær kundu leggja trýst á makedonsku leikarnar. Hetta riggaði sera væl, tí longu í 16. minutti legði Rannvá KÍ á odda 1-0 tá hon bleiv spæld leys í vinstru síðu og smekkaði bóltin í netið.
Eftir hetta hildu okkara kvinnur á fram at trýsta Borec, men tað eydnaðist ikki heilt at sleppa í gjøgnum verjuna hjá teimum.
Í seinna hálvleiki valdu KÍ-kvinnurnar aftur at liggja longri afturi á vøllinum, tí tær vistu, at makedonsku leikarnir máttu framm á vøllin, tí tær máttu jú fáa mál. Hetta riggaði sera væl, tí nú kundu KÍ-kvinnurnar spæla við longum bóltum upp til Sofíu og Rannvá, sum vóru farligar allatíðina. Í 69. minutti eydnaðist tað KÍ at økja um leiðsluna tá Olga Kristina setti høvdið á eitt innlegg frá Rannvá. Eftir hetta hevði Borec ikki nógv at bjóða uppá, og kundu og skuldu KÍ-kvinnurnar økt enn meira um leiðsluna, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa fleiri mál.
Hetta var dystur nr. 30 hjá KÍ-kvinnunum í Europa, og eru tær einsta liðið, sum hevur luttikið hvørt ár síðan kappingini byrjaði í 2001.
Myndir kunnu síggjast á www.kvinnufotbolt.com
















