KÍ-kvinnurnar leiktu ein málleysan javnleik ímóti litavsku meistarnum

Image
Glaðar KÍ-kvinnur eftir javnleikin
 

KÍ-kvinnurnar megnaðu aftur hesaferð, at leika javnt við Gintra Universitetas, eins og tær gjørdu fyri tveimum árum síðani. Tað lá um tey 30 hitastigini á dysturin fór í gongd, og tí máttu KÍ-kvinnurnar allatíðina hugsa, um at brúka orkuna rætt, og tí valdu tær eitt defensivt útgangsstøðið, har tær lótu litavsu leikarnar leypa á, og síðan dúga uppá skjóttálop. Hetta riggaði sera væl, og tað var sjálvdan at Gintra slapp til kjansir.
Allar kempaðu fyri hvør aðrari, so Gintra hevði tað sera trupult. KÍ-kvinnurnar høvdu eisini onkrar heilar og hálvar kjansir, har tað serliga var uppá deyðbóltstøður. Malena kom at standa frí ta einu ferðina, men fekk ikki tamt bólt orduligt, so bólturin endaði hjá málverjanum.
Gitra kom eisini til ein sera stóran kjans, tá tveir leikarir blivu leysir við Randi, men Randi stórbjargaði við einari hondbóltsbjarging, og meira spurdist ikki burturúr. Annars spældi Gintra fyri tað mesta við longum bóltum, og her høvdu KÍ-kvinnurnar ongar trupuleikar at rudda burtur.
KÍ liggur nú á triðja plássi við einum stigi, beint frammanfyri ZFK Borec úr Makedonia. Hesar taptu 10-0 ímóti Everton, sum liggur fremst við seks stigum.
KÍ-kvinnurnar leika aftur týsdagin kl. 17 føroyska tíð, tá tær møta makedonsku meistarnum ZFK Borec.

Les meira á www.kvinnufotbolt.com