KÍ-kvinnurnar taptu 6-0 ímóti Everton í fyrsta dystinum í Champions League dystinum

Image
Fyrstu ellivu
 

Kí-kvinnurnar vistu undan dystinum at Everton fór at verða rættuliga torførar at vinna, so útgangsstøði var, at okkara kvinnur skuldu liggja langt aftur á vøllinum og verja. Hetta riggaði rímuliga væl, men tað eydnaðist tó Everton at fáa trý mál áðrenn hálvleik, har tað fyrsta kom eftir umleið 25 minuttir.
Í seinna hálvleiki hildu okkara kvinnur fram við tí defensiva spælinum, men tær fingu tó eina ringa byrja uppá seinna hálvleiki, tá Everton fekk mál longu í 1. minutti. Aftaná tað hildu okkara kvinnur tætt líka til fimm minuttir vóru eftir at leika, tá Everton aftur fekk tvey skjót mál, so dysturin endaði 6-0.
KÍ-kvinnurnar iraðu seg um hesi bæði seinastu málini, men hóast tað, so gjørdu KÍ-kvinnurnar tað, sum tær vóru mentar. Everton er bara eitt betur lið, sum hevur fleiri landsliðsleikarar á liðnum.

Kvinnurnar leika aftur leygardagin kl. 18:30 føroyska tíð ímóti vertunum Gintra Universitetas.

Myndir o.a sæst á www.kvinnufotbolt.com

 

Image
Paula verjur fyri innleggi