Í morgin kl. 14:30 skulu KÍ-kvinnurnar á vøllin í móti Everton.

Image
Venjing
 

Ferðin yvir til Litava gekk væl og kom ferðalagið uppá pláss kl. 3 mikunáttuna. Ein venjing stóð á skránni mikudagin, har KÍ-kvinnurnar sluppu at royna vøllin, sum tær koma at leika á.
Hósdagin stendur so torførasti dysturin á pappírinum á skránni, tá tær skulu leika ímóti Everton. KÍ-kvinnurnar skulu leika upp til sítt allar besta, og Everton skal hava ein minni góðan dag, um KÍ-kvinnurnar skulu vinna dystin, men tær fara á vøllin og royna at gera sítt allar besta fyri at fáa so gott úrslit burturúr sum gjørligt.

Les meira á www.kvinnufotbolt.com