01 August 2010
Týsdagin gongur leiðin hjá KÍ-kvinnunum til Litava har tær skulu leika tríggjar Champions League dystir
Fyrsti dysturin verður hósdagin kl. 13:30, tá okkara kvinnur skulu leika ímóti ongum minni enn Everton. Hetta verður uttan iva eitt stórt upplivilsi fyri tær, og fara tær at gera teirra allar besta at fáa so gott úrslit burturúr sum gjørligt.
Næsti dysturin verður leygardagin ímóti vertunum Gintra Universitetas. Fyri tveimum árum síðani leiktu okkara kvinnur ímóti teimum, og fóru tær av vøllinum við einum 2-2 javnleiki ta ferðina. Tí eru vónirnar góðar til hendan dystin, men tað krevur tó, at okkara kvinnur leika upp til teirra besta fyri at basa hesum liðnum.
Seinastin dysturin verður týsdagin 10. august ímóti Borec úr Makedonia. So seint sum í fjør leiktu okkara kvinnur ímóti einum øðrum makedonskum liði, og vunnu 4-2, so her skuldi verið góður møguleiki, at vunnið, men aftur her krevur tað, at vit leika upp til okkara besta, og ikki undirvurdera, tí vit hava roynt at vunni á makedonskum meistarum fyrr.
Leikskráin verður hendan:
Hósdagin 5. august kl. 14:30 Everton
Leygardagin 7. august kl. 18:30 KÍ - Gintra Universitetas
Týsdagin 10. august kl. 16:00 Borec - KÍ
Heimasíðan verður dagliga dagførd við nýggjasu tíðundum, meðan KÍ-kvinnurnar verða burtur.
















