04 Juli 2010
KÍ-kvinnurnar eru steypavinnarar 2010 eftir at tær vunnu 1-0 á Skála í steypafinaluni.

Tað var eitt sindur av spenningi í dystinum í fyrra hálvleiki, tá KÍ-kvinnurnar ikki megnaðu at fáa nakað mál, hóast tær høvdu fleiri møguleikar til tað. Nakrar ferðir vóru tær einsamallar við málverjanum og eisini raktu tær tvørtræið ta einu ferðina, men inn vildi bólturin ikki. Skála royndi eisini at trýsta eitt sindur í fyrra hálvleiki, men komu ikki til nakran stóran málmøguleika.
Í seinna hálvleiki eydnaðis tað KÍ-kvinnunum at leggja seg á odda í 55. minutti, tá Rannvá Andreasen bleiv spæld leys, og hon smekkaði bóltin í netið til 1-0. Eftir hetta høvdu KÍ-kvinnurnar tamarhald á dystinum, og hevði bóltin meginpartin at tíðini, men megnaðu ikki heilt at leika seg fram til teir stóru kjansirnar. Hóast Skála ta seinastu løtuna royndi at koyra meira fólk fram, so eydnaðist tað teimum ikki heilt at leggja KÍ undir trýst, heldur var tað KÍ, sum var nærri 2-0 enn Skála til 1-1.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, og nú kunnu KÍ-kvinnurnar kalla seg steypavinnarar aftur.*
Eftir dystin fingu KÍ-kvinnurnar gullheiðursmerki og steyp handa og Skála fekk silvur heiðursmerkini.
Skála - KÍ 0 - 1 (0 - 0)
0 - 1 Rannvá B. Andreasen, 55'
Skála
Ata Jacobsen - Hallgerð Hansen, Evi Mikkelsen, Marin Gregersen, Mirjam D. Frederiksberg - Kristinbjørg Frederiksberg, Oddrún Danielsen (Bára Berthelsen, 71'), Fríðrún Danielsen, Sólvá Selvindi (Solveig Frederiksberg, 86'), Birna T. Johannesen (Sólfríð Christiansen, 80') - Ásgerð Káradóttir
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Mirjam H. Johansen, Henny Mikkelsen
Venjari: Bárður Danielsen
KÍ
Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen (Maria K. Thomsen, 59'), Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Annika Petersen - Ása K. Thomsen, Tove Sólheyg (Elsa Maria Simonsen, 71'), Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Una Joensen, Vár Jenny Lydersen, Maria Ziskason.
Gult kort: Sigrid Jacobsen
Venjari: Erik Nielsen, Aleksandar Djordjevic, Rasmus Jacobsen
Dómari: Pætur Albinus
Hj. dómarar: Magnus í Króki og Jónfinn Olsen
















