01 Juli 2010
Kvinnurnar hjá KÍ, skulu leygardagin kl. 13, leika steypafinalu ímóti Skála á ovara vølli í Gundadali.

KÍ-kvinnurnar skulu leygardagin leika sína 14. steypafinalu í 15 ár. Síðan 1996 er tað bert í 1998, at KÍ ikki var umboða í finaluni. So ein kann siga, at okkara kvinnur vita hvat tað er at leika eina steypafinalu. Tó hevur tað ikki altíð gingið so væl hjá okkara kvinnum í finaluni. Tað var ikki fyrr enn í 2000, at tær vunnu sína fystu steypafinalu. Í hesi 14 árini hava tær vunnið sjey ferðir og staðið sum taparar 6 ferðir.
KÍ-kvinnurnar møta í ár Skála í steypafinaluni. Skála hevur ikki verið í steypafinaluni í mong ár, so tað er ongin leikari, ið leikar við Skála í dag, sum hevur roynt tað. Tó er Skála tað liðið, sum hevuer givið KÍ mest mótstøðu í ár. Dysturin teirra imillum í Klaksvík endaði við javnleiki 1-1, meðan tað eydnaðist KÍ-kvinnunum, at hála ein 1-0 sigur heim í allar seinastu løtu á Skála.
Steypafinalan verður, sum sagt á ovara vølli í Havn, leygardagin kl. 13.
















