28 Juni 2010
KÍ-kvinnurnar stóðu til at fáa sítt fyrsta tap í ár, tá tær vóru aftanfyri 3-2 ímóti AB, men Sofía Purkhús vildi tað ørvísið, og smekkaði bóltin í málið til 3-3. KÍ-kvinnurar eru tí framvegis ósigraðar í kappingini, og eru sjey stig frammanfyri AB á øðrum plássi.
Veðrið var einki serligt tá KÍ-kvinnurnar tóku í móti AB. Tað var bæði vindur og regn, og tí var tað sera trupult hjá báðum liðnum at hava bóltin undir kontrol. Vøllurin var sera vátur, so bólturin ferðaist sera skjótt.
Tað var tíðuligt at síggja, at KÍ-kvinnurar fóru á vøllin fyri at verja tað eina stigið. Rannvá, sum vanliga er at finna í álopinum hjá KÍ, byrjaði í miðverjuni saman við systur síni Ragnu. Dysturin var javnur ta fystu løtuna, har bæði liðni skiftust um at gera feilir, men tó var tað AB, sum hevði bóltin meira, men tær høvdu trupuleikar at spæla seg fram til kjansir. Men í 35. minutti hendi so tað, sum ikki skuldi henda. KÍ-kvinnurnar mistu bóltin í uppspælinum, og AB gjørdi skjótt av, og sendu bóltin uppum verjuna til Monu Breckmann, sum takkaði fyri og smekkaði bóltin í netið til 0-1.
Hetta ørkymlaði KÍ-kvinnurnar nakað, og fingu nú slett ikki spæli at koyra, í meðan AB koyrdi á í sama stíli. Beint fyri hálvleik sá tað veruliga gott út hjá AB, tá Asleyg Súnadóttir setti innarusíðuna á eitt innlegg úr vinstru síðu í málið. AB hevði ikki meira enn fingið armarnar niður aftur, áðrenn KÍ hevði minka um munin, tá tær fingu eitt fríspark mitt fyri nakað uttanfyri brotsteigin. Rannvá smekkar til í besta Ronaldo stílið. Bólturin brestur á tvørtræið, men Malena var skjót at fylgja upp og fekk sparka bóltin framvið Simonu í málinum.
Í seinna hálvleiki broytu KÍ-kvinnurnar eitt sindur uppá liðið, so Rannvá fór fram í álopið at spæla og Sigrid fór í miðverjuna. Hetta vísti seg beinanvegin at geva úrslit, og KÍ-kvinnurnar trýstu á fyri at fáa útjavnandi málið. AB vóru tó allatíðina farligar uppá skjótálop. Tað var eisini eftir eitt slíkt, at AB fekk økt til støðuna 3-1, tá Olga Kristina brýtur í gjøgnum í høgru síðu og sendir inn fyri til Ásleyg, sum skorðar sítt annað mál í dystinum. Aftur hesaferð megna KÍ-kvinnurnr at svara aftur beinanvegin, tá Rannvá smekkar eitt langskot í málið til støðuna 3-2. Nú vóru 15. minuttir eftir at leika, og KÍ-kvinnurnar royndu nú veruliga eftir, at fáa tað útjavnandi málið, men AB-kvinnurnar vardu sera væl, so KÍ-kvinnurnar høvdu stórar trupuleikar, at koma í gjøgnum. Tó høvdu tær nøkur skot úti frá, sum tó ikki fóru í mál. Men KÍ-kvinnurnar eru kendar fyri teirra stríðsvilja, og tær geva ongantíð upp. Tær stríðast líka til dómarin bríkslar fyri seinastu ferð, um tað er neyðugt, og tað gjørdu tær eisini í dag. Tá flest øll hildu, at KÍ-kvinnurnar fór at vera út fyri sínum fyrsta tapi í ár, so tók Sofía sakina í egnar hendur, og smekkaði bóltin frá brotsteigar markinum uppum bæði verju og málverja og javnaði til 3-3. Eftir hetta gav AB bóltin upp, og dómarin bríkslaði av.
Við javnleikinum halda KÍ-kvinnurnar framvegis avstandin uppá sjey stig niður til AB.
Nú er summarferia i landskappingini, men KÍ-kvinnurnar skulu leika steypafinalu komandi leygardag í móti Skála.
KÍ - AB 3 - 3 (1 - 2)
0 - 1 Mona Breckmann, 35'
0 - 2 Ásleyg Súnadóttir, 45'
1 - 2 Malena Josephsen, 45'
1 - 3 Ásleyg Súnadóttir, 72'
2 - 3 Rannvá Andreasen, 73'
3 - 3 Sofía Purkhús, 90'
KÍ
Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen, Rannvá Andreasen, Ragna Patawary, Sigrid Jacobsen - Ása K. Thomsen, Malena Josephsen, Tove Sólheyg (Elsa Maria Simonsen, 71'), Maria K. Thomsen - Una Joensen (Vár Jenny Lydersen, 71'), Sofía Purkhús.
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Paula Mikkelsen
Gult kort: Sigrid Jacobsen, 27'
Venjari: Aleksandar Djordjevic, Erik Nielsen, Rasmus Jacobsen
AB
Simona Heinesen - Rudi Rasmussen, Hellen Haraldsen, Liljan av Fløtum Petersen, Durita Jørgensen - Lisa í Liða, Olga Kristina Hansen, Steintóra Joensen, Valgerð Andreasen (Doris í Garði Joensen, 71') - Halltóra Joensen (Ásleyg Súnadóttir, 20'), Mona Breckmann
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Rakul Jógvansdóttir, Barbara á Dunga
Gult kort: Ásleyg Súnadóttir og Doris í Garði Joensen
Venjari: Lennard Pedersen og Hans Eivind Olsen
Dómari: Jákup Martin Kjell
Hjálpardómarar: Werner Hentze og Janus Fossdalsá
















