KÍ kann nú aftur kalla seg steypavinnarar í gentudeildini. Tær vunnu ein stórsigur uppá 8-0 á Víkingni í finaluni eftir hálvleikstøðuna 2-0.

Image
Steypavinnarar 2010 (mynd: www.kvinnufotbolt.com)
 

Tað var fult uppiborið tá okkara gentur vunnu steypafinaluna á Víkingi 8-0. Víkingur kláraði at fylgja við ta fyrstu løtuna, men so setti KÍ seg á dystin. Mina Sirdal legði KÍ á odda tá 10 minuttir vóru leiktir og lítla løtu seinni økti hon til 2-0.
Í seinna hálvleiki var nærum bert eitt lið á vøllinum. Mina fullførdi sítt hattrick, tá hon gjørdi tað til 3-0 í 54. minutti. Nú skrædnaði veruliga hjá Víkingi, tí KÍ fekk trý mál afturat innan tíggju minuttir. Fyrst var tað Maria K. Thomsen, sum gjørdi tað til 4-0 og 5-0 og síðan var tað Vár Næs, sum gjørdi tað til 6-0. Ímóti endanum økti Gudrun Vest til 7-0 og 8-0.
Eftir dystin fingu leikarnir gullheiðursmerki handaði og Una Joensen, liðskipari, tók ímóti steypinum.

KÍ ynskir gentunum hjartaliga tillukku

Image
(mynd: www.kvinnufotbolt.com)

Image
(mynd: www.kvinnufotbolt.com)

Image
(mynd: www.kvinnufotbolt.com)

Image
(mynd: www.kvinnufotbolt.com)

Image
(mynd: www.kvinnufotbolt.com)

Image
(mynd: www.kvinnufotbolt.com)