13 Juni 2010
Smágentirnar, sum eru í aldrinum 12-14 ár, leiktu steypafinalu í móti B68 í gjár. B68 vann dystin 2-0 og er tískil steypavinnarar.

Dysturin var sera spennandi har bæði liðini koyrdu á fyri at fáa mál. Einki mál kom tó í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fekk B68 tvey mál. KÍ hevði onkrar kjansir, men tær vóru ikki nóg neyvar, so B68 vann dystin 2-0.
Á liðnum hjá KÍ vóru
Turid Højgaard, Bára L. Poulsen, Katrina Akursmørk, Ingunn Skálagarð, Ása Klein Olsen, Ásla Johannesen, Hervør Olsen, Nikki Albers, Rósa Jaocbsen, Kristina Poulsen, Bjørk Steinberg, Jórun B. Nielsen, Annika Arge, Sanna Kallsberg, Lisa Joensen
Venjarar eru:
Jón Harald Poulsen
Rannvá B. Andreasen
Joana Leiti




















