KÍ-kvinnurar vunnu fríggjakvøldið 4-0 á EB/Streymi eftir hálvleiksstøðuna 3-0

 

Dysturin bleiv framskundaður, efitr ynski frá EB/Streymi, tí tey hava stevnu í sundalagnum. Veðrið var einki serligt tá dysturin varð bríkslaður í gongd, tað var fitt av vindi og nakað av regni var eisini. Tað var EB/Streymur, sum legði betur fyri í dystinum, har tær fingu eitt fríspark, sum Mildrid Djurhuus sendi á tvørtræið. Tað var tó KÍ sum legði seg á odda eftir eitt hornspark, sum Sigrid hevði seinasta fótin á. Tíggju minuttir fyri hálvleik økti Tove Sólheyg til 2-0 við einum skoti uttanfyri brotsteigin. Í seinasta minutti fyri hálvleikt var Sigrid aftur uppá spæl og gjørdi tað til 3-0.
Í seinna hálvleiki var tað nærum einvegis ferðsla uppá málið hjá EB/Streymi, men EB/Streymur vardi væl, so tað var trupult hjá KÍ-kvinnunum at leika seg í gjøgnum. Eisini vaks vindur nakað, so tað gjørdist truplari at fáa spæli at koyra. KÍ-kvinnurnar fingu tó eitt mál afturat, sum Sofía Purkhús gjørdi beint fyri tíð.

KÍ - EB/Streymur 4 - 0 (3 - 0)
1 - 0 Sigrid Jacobsen, 22'
2 - 0 Tove Sólheyg, 36'
3 - 0 Sigrid Jacobsen, 45'
4 - 0 Sofía Purkhús, 90'


Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen (Maria Ziskason, 73'), Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Una Joensen (Gudrun Vest, 46') - Ása K. Thomsen, Tove Sólheyg (Maria K. Thomsen, 55'), Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen - Rannvá B. Andreasen, Sofía Purkhús

Venjari: Aleksandar Djordjevic, Erik Nielsen
Hj. venjari: Rasmus Jacobsen


EB/Streymur
Annika Vang - Elin Kruse, Amanda Jensen (Bjørt Fláaberg, 76'), Mariann Hansen, Mildrid Djurhuus, Maria Samuelsen (Halla F. Joensen, 62'), Rigmor Zachariassen, Íðunn Magnussen, Jóhanna Kúrberg, Sigrun Kristiansen, Ann Tóra Láadal (Bjørg Niclasen, 86')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Marita Olsen, Kristina Glyvradal
Venjari: Ólavur Ejdesgaard
Hj. venjari: Sólja Eiðisgarð

Dómari: Dagfinn Olsen
Hjálpardómarar: Werner Hentze, Jákup Martin Kjeld