Fríggjakvøldið kl. 18:30 taka KÍ-kvinnurnar ímóti EB/Streymi í Klaksvík.


Dysturin, sum eigur at verða sunnudagin, er fluttur til fríggjakvøldið. EB/Streyma-kvinnurnar heittu á KÍ-kvinnurnar um at flyta dystin til fríggjakvøldið, tí Sundalagsstevna er í sundalagnum. Hetta játtaðu KÍ-kvinnurnar, og tí verður leikt fríggjakvøldið kl. 18:30.