05 Juni 2010
KÍ-kvinnurnar verða aftur ein partur av steypafinaluni. Undantikið 1998, so hava tær verið í steypafinaluni hvørt ár síðan 1996.

Kvinnurnar vunnu ein lættan 5-0 sigur á B36 í seinnu hálvfinaluni í gjárkvøldið. Hálvleiksstøðan var 2-0. Tað er ikki so øgiliga nógv at siga um dystin enn, at KÍ-kvinnurnar høvdu bóltin meginpartin av dystinum, men B36 vardi væl, so tað var trupult hjá KÍ-kvinnunum at leika seg í gjøgnum.
Tað var Sigrid sum legði KÍ á odda í 11. minutti tá hon kom framum ein verjuleikara, og fekk prika bóltin í netið. Og bara fýra minuttir seinni skoraði Sigrid aftur, tá hon beindi eitt innlegg í málið.
Hóast KÍ royndi at trýsta B36, so fingu tær ikki fleiri mál í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, tað vóru KÍ-kvinnurnar sum høvdu bóltin og B36 royndi at verja. Tað eydnaðist tó KÍ-kvinnunum at gera trý mál afturat. Malena økti til 3-0 eftir at Tove hevði smekka bóltin á stongina, men bóltin stak útaftur til Malenu, sum skoraði frá stuttari fjarstøðu.
Vit skulu heilt til 86. minutt áðrenn KÍ fekk sítt fjórða mál. Rannvá fekk bóltin á brotsteigarmarkinum og smekkaði hann í netið. Malena skallaði seinasta málið eftir hornaspark frá Rannvá, so endaliga støðan gjørdist 5-0.
Samanlagt vunnu KÍ-kvinnurnar sostatt 10-1 og eru tær klárar til teirra 12. steypafinalu á rað. Finalan verður leikt leygardagin 3. juli.
Av tí at Norðoyastevna er hetta vikuskiftið, so var dysturin eisini ein steypadystur. John William Joensen næstformaður í KÍ handaði KÍ-kvinnunum steypið aftaná dystin.

KÍ - B36 5 - 0 (2 - 0)
1 - 0 Sigrid Jacobsen, 11'
2 - 0 Sigrid Jacobsen, 15'
3 - 0 Malena Josephsen, 50'
4 - 0 Rannvá Andreasen, 86'
5 - 0 Malena Josephsen, 90'
KÍ
Randi S. Wardum - Una Joensen (Adelheid Olsen, 84'), Gunnrið Joensen, Ragna Patawary, Gudrun Vest - Ása K. Thomsen, Tove Sólheyg (Elsa Maria Simonsen, 80'), Malena Josephsen, Maria K. Thomsen - Rannvá B. Andreasen, Sigrid Jacobsen
Venjari: Aleksandar Djordjevic, Erik Nielsen, Rasmus Jacobsen
B36
Heidi Olsen - Selma Dahl Erol, Jenny Lamhauge, Tanja Poulsen, Vár V. Højsted, Katrin Lindberg, Vivian S. Larsen (Nanna í Stórustovu, 65'), Rannvá Carlsson, Kristianna Balle (Elsa Johansen, 73'), Rakul. M. Johannesen, Beinta Dalsgarð.
Venjari: Jacob Thomsen
Dómari: Dia Lamhauge
Hj. dómarar: Jákup Petur Simonsen og Óli G. Samuelsen










Myndirnar hevur Eyðbjørn Jacobsen tikið.
















