Tað stóð nógv á, tá KÍ-kvinnurnar vóru á Skála seinasta sunnudag. Tær skoraðu sigursmálið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Seinasta hósdag kláraði Skála at fáa ein javnleik við aftur út á Skála, og tí var stórur spenningur um dystin sunnudagin, tá KÍ-kvinnurnar vitjaðu á Skála. KÍ setti seg á dystin beinanvegin, og tað var so at siga einvegis ferðsla meginpartin av dystinum. Men KÍ hevði stórar trupuleikar við at fáa mál, og tí sá Skála allatíðina og lúrdi uppá skjótálop. Hóast møguleikar vóru til fleiri mál, so eydnaðist tað Skála-kvinnunum at fara til hálvleiks við einari 0-0 støðu.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama. Tað var framvegis KÍ, sum hevði bóltin meira, men tær høvdu trupuleikar, at leika seg í tøttu skálaverjuna. Um dysturin leið, so vóru tað fleiri, sum væntaðu at Skála skuldi enn einaferð taka stig frá KÍ, men ein dystur varar til seinasta bríksl, og i tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, smekkaði Ragna ein bólt framm í brotssteigin hjá Skála, í eini seinstu roynd, at fáa mál. Bólturin fór um ein verjuleikara og Rannvá, og eisini uppum málverjan og í mál. Dómarin metti at Rannvá hevði rørt bóltin seinasta, og noteraði hana fyri málið.
Frøðin var stór á KÍ-kvinnunum og Skála-kvinnur vóru sum verða man keddar.
KÍ-kvinnurnar liggja nú á sjey stig frammanfyri AB á øðrum plássi.

Fríggjakvøldið kl. 18:30 leika KÍ-kvinnurnar seinnu hálvfinaluna ímóti B36. Fyrra hálvfinalan endaði 5-1 til KÍ.