29 Mai 2010
KÍ-kvinnurnar máttu fyri fyrstu ferð í ár fara av vøllinum uttan øll stigini. Skála, sum hevur havt eitt gott kappingarár kom á vitjan, og tað sást beinanvegin, at tær ætlaðu at berjast fyri at fáa okkurt við sær heimaftur. Tær løgdu beinanvegin KÍ undir pres, og vunnu nærum allar nærdystirnar. Tað tók KÍ-kvinnunum eina góða løtu til at koma í gongd, og komu tá til onkrar málkjansir, men uttan at tær fingu nakað mál. Eisini Skála hevði sínar kjansir, men liðini bæði fóru til hálvleiks uttan mál.
Í seinna hálvleiki komu KÍ-kvinnurnar betur við og tað gingu ikki nógvir minuttir, áðrenn tær løgdu seg á odda við máli, sum Rannvá gjørdi. Eftir hetta bylgjaði dysturin aftur og fram, og bæði liðini høvdu sínar kjansir, men í 78. minutti eydnaðist tað Skála at javna eftir eitt skjótt álop.
KÍ-kvinnurnar royndu at svara aftur, men tað eydnaðist teimum ikki fáa nakað mál og tískil máttu tær av vøllinum uttan øll stigini.
Longu sunnudagin møtast liðini aftur, tá KÍ-kvinnurnar skulu út á Skála at leika. Dysturin byrjar kl. 16.
KÍ - Skála 1 - 1 (0 - 0)
1 - 0 Rannvá Andreasen, 48'
1 - 1 Ásgerð Káradóttir. 78'
KÍ
Olga F. Olsen - Gunnrið Joensen (Eina S. Kalsø, 51'), Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Una Joensen - Ása K. Thomsen (Sofía Purkhús, 77'), Malena Josephsen, Tove Sólheyg, Maria K. Thomsen - Rannvá Andreasen, Sigrid Jacobsen.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Gudrun Vest, Maria Ziskason, Adelheid Olsen,
Venjari: Aleksandar Djordjevic
















