KÍ-kvinnurnar vunnu 3-1 á Argjum ímóti AB og hava harvið økt um leiðsluna í toppinum

 

Image
Savnsmynd

Tað var eitt skert KÍ-lið, ið fór til Argir at leika. Sofía og Eina høvdu ikki møguleika, at vera við, og máttu KÍ-kvinnurnar leika uttan toppskjúttan og stinna verjuleikarin. Men Una Joensen og Maria K. Thomsen, sum komu inn í staðin, leiktu væl og Una skoraði eisini málið til 2-1.

Dysturin var javnur fyrstu løtuna, men KÍ valdi at liggja longri afturi á vøllinum og dúga uppá skjótálop. Hetta riggaði sera væl, tí tá uml. 20. minuttir vóru leiktir var AB-leikari so óheppin, at avlevera bóltin beint fyri føturnar á Rannvá Andresen. Um orsøkin til hetta var, at Rannvá hevur fylgt nógv í tankunum hjá AB seinastu tíðina, skal vera ósagt, men Rannvá takkaði fyri, og rann frá verjuni og skoraði trygt til 1-0.
KÍ-kvinnurnar vardu sera væl og hevði AB stórar trupuleikar at leika seg í gjøgnum. Tær høvdu tó onkur hornaspark, sum vóru farlig, og tað var eisini sera nær við, at tær skoraðu uppá eitt av hesum, men á linjuni fekk Paula Mikkelsen rudda burtur.
Løtu seinni fingu KÍ-kvinnurnar eitt fríspark á miðvøllinum. AB vinnur bóltin og tær fara í mótálop. Halltóra fær bóltin í høgru síðu og sendir inn fyri, har Lisa í Liða fær prika bóltin í netið og javna til 1-1.
Hóast AB framvegis hevði bóltin nógv, so vóru tað KÍ-kvinnurnar sum vóru meira farligar. Tað var um reppið at Maria K. Thomsen legði KÍ framumaftur, men Simona bjargaði meistarliga. Beint fyri hálvleik eydnaðist tað tó KÍ-kvinnunum at leggja seg odda aftur, tá Maria rakk fleiri av í vinstru síðu, og sneiddi innfyri, har hon fann eina púra leysa Unu, sum smekkaði til. Bólturin brast í samkomingina og í málið.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama. Hóast AB royndi at trýsta, so vóru tær sjálvdan farligar. Tó høvdu tær onkur vandamikil hornaspørk, men KÍ-kvinnurnar ruddaðu væl burtur. Tá 67. minuttir vóru leiktir økti KÍ um leiðsluna tá Rannvá enn einaferð blívur spæld frí av einum AB-leikara og skorðar trygt til 3-1.
Tað hendi ikki so øgiliga nógv í dystinum fyrr enn 88. minuttir vóru leiktir. AB fær hornaspark, og eins og øll hini, so fór Hellen út at skjóta og Halltóra stillar seg inni hjá Randi í KÍ-málinum. Og við hvørt hornaspark sum hevði verið í dystin, stóð Halltóra og skumpar inní Randi og Ragnu. Løgið at dómarin ikki valdi at steðga hesum tíðliga í dystinum. Hornaspark kemur innfyri og nú hevur Randi fingið nokk, og koyrir undir Halltóru. Dómarin, sum hevði ringt við at halda eina linju, velur at døma brotsspark og geva Randi reyða kortið.
KÍ velur at seta Rannvá í málið í staðin og fyrsta uppgávan hjá henni var at skula bjarga brotssparkinum. Olga Kristina Hansen bleiv sett at skjóta, men hon smekkar bóltin á stólpan og út aftur í spæl.
Meira hendi ikki í dystinum og KÍ-kvinnurnar hava fyri triðju ferð í ár vunnið á AB, sum nú eru seks stig aftanfyri, og harafturat hevur KÍ leikt ein dyst minni.
KÍ-kvinnurnar leika aftur hósdagin í Klaksvík, ein útsettan dyst ímóti Skála. 

AB - KÍ 1 - 3 (1 - 2)
0 - 1 Rannvá B. Andreasen, 22'
1 - 1 Lisa í Liða, 39'
1 - 2 Una Joensen, 44'
1 - 3 Rannvá B. Andreasen, 67'



Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen, Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Sigrid Jacobsen - Una Joensen, Malena Josephsen, Tove Sólheyg, Maria K. Thomsen - Rannvá B. Andreasen, Ása K. Thomsen.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Adelheid Olsen, Gudrun Vest, Elsa Maria Simonsen
Gult kort: Sigrid Jacobsen
Reytt kort: Randi S. Wardum
Venjari: Aleksandar Djordjevic, Erik Nielsen, Rasmus Jacobsen


AB
Simona Heinesen - Rudi Rasmussen (Ásleyg Súnadóttir, 84'), Doris í Garði Joensen, Liljan av Fløtum Jespersen, Durita Jørgensen - Lisa í Liða, Hellen Haraldsen, Steintóra G. Joensen, Olga Kristina Hansen, Rakul Jógvansdóttir (Rannvá G. Jarnskor, 66') - Halltóra Joensen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Valgerð Andreasen, Barbara á Dunga, Katrina Saxov
Gult kort: Olga Kristina Hansen
Venjari: Lennard Pedersen

Dómari: Elsa Andreasen
Hj. dómari: Pætur E. Rasmussen og Ríkin N. Djurhuus.