KÍ-kvinnurnar vunnu ein tryggan 7-1 sigur á Víkingi eftir hálvleiksstøðuna 5-1

Image 

KÍ-kvinnurnar lótu ongan iva verða um hvat liðið var betur, tá tær tóku ímóti Víkingi í Klaksvík. KÍ-kvinnurnar herjaðu á málið hjá Víkingi frá fyrsta bríksli, og tær høvdu eisini bóltin í málinum í fyrsta álopinum, men tær blivu dømdar fyri rangstøðu. Lítla løtu seinni gekk betur, tá Sofía Purkhús legði KÍ á odda. Tíggju minuttir seinni økti Sofía til 2-0. Tað var nærum einvegis ferðsla ímóti Víkinga málinum, har KÍ-kvinnurnar skaptu nógvar kjansir, men tað gekk heldur verrið við at umseta teir til mál. Spæli hekk nógv betur saman, enn tað hevur gjørt teir seinastu dystirnar, so áskoðarnir fingu eitt sindur av undirhaldi.
KÍ-kvinnurnar løgdu seg eisini á odda bæði 3-0 og 4-0 við málum frá Malenu og Rannvá, áðrenn Víkingur fekk minka um munin, við máli sum Súsanna Norðgerð gjørdi. KÍ-kvinnurnar fingu tó økt aftur um støðuna, tá Sigrid Jacobsen fekk skorað til 5-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, tað var KÍ, sum hevði bóltin fyri tað mesta, men Víkingur hevði tó fleiri álop enn tær høvdu havt í fyrra, og onkra ferðina mátti Randi í fulla longd fyri at bjarga.
Tað komu tó bara tvey mál afturat í seinna hálvleiki, sum Rannvá og Ása skoraðu.
KÍ-kvinnurnar eru framvegis ósigraðar í deildini og liggja á odda við 15 stigum. Nr. tvey liggur AB eisini við 15 stigum, men tær hava leikt tveir dystir fleiri. Skála liggur á trija plássi við 11 stigum.

Image
 

KÍ - Víkingur 7 - 1 (5 - 1)
1 - 0 Sofía Purkhús, 6'
2 - 0 Sofía Purkhús, 16'
3 - 0 Malena Josephsen, 26'
4 - 0 Rannvá Andreasen, 31'
4 - 1 Súsanna Norðgerð, 37'
5 - 1 Sigrid Jacobsen, 43'
6 - 1 Rannvá Andreasen, 54'
7 - 1 Ása K. Thomsen, 60'


Randi S. Wardum - Adelheid Olsen (Gunnrið Joensen, 68), Eina Kalsø, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen - Ása K. Thomsen, Malena Josephsen, Tove Sólheyg, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen (Una Joensen, 72'), Sofía Purkhús (Maria Ziskason, 78)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Gudrun Vest, Maria K. Thomsen
Venjari: Aleksandar Djordjevic, Erik Nielsen, Rasmus Jacobsen

Víkingur
Palma Ryggshamar - Bjørg Jarnskor, Rósa Magnussen, Rósa Tyril, Jóngerð Skoradal (Jóhanna B. Fuglø, 73') - Jeanett Holm, Ansy Sevdal, Margunn Jacobsen, Sanna D. Jaocbsen (Anja Klæmintsdóttir, 64'), Arna Vatnhamar (Marjun Poulsen, 85') - Súsanna Norðgerð.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Gunvá Pállson.
Venjari: Ingun Hansen

Dómari: Jón Kári í Brekkuni
Hj. dómarar: Karl Marius Poulsen, Maller Jacobsen

 

Image

Image

Image

Image

Image

Image 

Image