KÍ-kvinnurnar vunnu ein greiðan 5-1 sigur á B36, sum leikar til dagligt í 2. deild, í fyrra hálvfinaluni eftir hálvleiksstøðuna 3-1.

KÍ-kvinnurnar løgdu seg á odda longu í 7. minutti, tá Rannvá Andreasen stútaði eitt hornaspark í netið. B36 svaraði tó aftur næstan beinanvegin, tá Sunfríð Simonsen fór í gjøngum alla KÍ-verjuna og javnaði fyri B36. Hetta fekk KÍ-kvinnurnar at vakna, og tær settu seg veruliga á dystin. Bara fýra minuttir seinni fór Sofía Purkhús í gongd við málskjótingina, tá hon skoraði til 2-1 og 3-1 áðrenn hálvleik og í 68. minutti gjørdi tað til 4-1.
KÍ-kvinnurnar høvdu bóltin fyri tað mesta, men tær høvdu ilt við at leika seg í gjøgnum verjuna hjá B36. Tær fingu tó eitt mál afturat beint fyri leiklok, tá unga Maria K. Thomsen skoraði til 5-1 eftir upplegg frá systur síni Ásu. Hetta var fyrsti dystur hjá Mariu á fyrsta liði, so sigast kann ikki annað enn, at hon hevur fingið góða byrjan.
Á norðoyastevnu verður seinna hálvfinala leikt, so tá verður endaliga avgjørt hvat av liðunum skal leika steypafinalu ímóti Víkingi ella Skála.


B36 - KÍ 1 - 5 (1 - 3)
0 - 1 Rannvá Andreasen, 7'
1 - 1 Sunfríð Simonsen, 11'
1 - 2 Sofía Purkhús, 15'
1 - 3 Sofía Purkhús, 30'
1 - 4 Sofía Purkhús, 68'
1 - 5 Maria K. Thomsen, 86'


Randi S. Wardum - Adelheid Olsen (Una Joensen, 61'), Ragna Patawary, Eina Kalsø, Paula Mikkelsen - Ása K. Thomsen, Tove Sólheyg (Maria K. Thomsen, 55'), Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen (Gudrun Vest, 82'), Sofía Purkhús.
Venjari: Aleksandar Djordjevic, Erik Nielsen, Rasmus Jacobsen


B36
Heidi Olsen - Katrin Lindberg (Emma Hansen, 53'), Jenny Lamhauge, Anja Weihe, Hildibjarta Simosen - Beinta Dalsgarð, Esther Rasmussen (Vivian S. Larsen, 76'), Rakul Johannesen, Vár Højsted, Tanja Poulsen (Frida Mellemgaard, 56') - Sunfríð Simonsen
Gult kort: Katrn Linberg, 31', Anja Weihe, 62'
Venjari: Jacob Thomsen


Dómari
: Pætur Albinus
Hj. dómarar: Óli G. Samuelsen og Pætur Rasmussen