30 Apríl 2010
Við einum 3-1 sigri á núverandi steypavinnarunum av Argjum eru KÍ-kvinnurnar í hálvfinaluni í steypakappingini.

Nú er tað longu greitt, at tað verður ikki verandi steypavinnarar, sum vinna steypið aftur í ár. KÍ tók ímóti AB, sum í fjør vann 2-1 á KÍ í steypafinaluni, men í ár verður tað so onkur annar, sum sleppur at lyfta steypið.
KÍ-kvinnurnar løgdu seg á odda longu í 9. minutti við einum væl gjøgnum spældum málið, sum Sigrid skuldi trilla tað seinasta petti um mállinjuna. Eftir hetta kom AB betur við í dystin, og høvdu bóltin nógv, men tær vóru sjálvdan farligar. Tær fingu tó javna, við málið frá Ásleyg Súnadóttir, tá hon gjørdist leys frammanfyri málið.
KÍ-kvinnurnar vildu ikki hava hetta sitandi á sær leingi, tí bara tveir minuttir seinni, høvdu KÍ-kvinnurnar langt seg á odda aftur, tá Rannvá skoraði við einum góðum skoti.
KÍ-kvinnurnar fingu eitt mál afturat í fyrra hálvleiki, tá Sofía Purkhús hegnisliga lyfti bóltin uppum Simonu í AB-málinum.
Í seinna hálvleiki hevði AB bóltin væl meira enn KÍ, men tær høvdu framvegis trupuleikar, at leika seg til veruligar málkjansir, í meðan KÍ koyrdi meira uppá skjótálop, og tað var um reppi, at okkurt av hesum fór í málið.
Hóast AB royndi at koyra meira fólk fram, so hjálpti hetta lítið, tí dysturin endaði 3-1 til KÍ, og harvið eru KÍ-kvinnurnar víðari í steypakappingini, og AB eru úti.
KÍ - AB 3 - 1 (3 - 1)
1 - 0 Sigrid Jacobsen, 9'
1 - 1 Ásleyg Súnadóttir, 28'
2 - 1 Rannvá Andreasen, 30'
3 - 1 Sofía Purkhús, 40'
KÍ
Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen, Eina S. Kalsø, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen - Ása K. Thomsen, Malena Josephsen, Tove Sólheyg, Sigrid Jaocbsen - Rannvá B. Andreasen, Sofía Purkhús.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Adelheid Olsen, Sølvá B. Andreasen, Maria Ziskason, Anja Sjóstein, Una Joensen
Gult kort: Gunnrið Joensen, 45'
Venjari: Erik Nielsen, Rasmus Jacobsen, Aleksandar Djordjevic
AB
Simona Heinesen - Rudi Rasmussen, Doris í G. Joensen (Durita S. Jørgensen, 88'), Liljan av Fl. Petersen, Hellen Haraldsen, Barbara á Dunga, Steintóra G. Joensen, Olga Kristina Hansen, Lisa í Liða, Rakul Jógvansdóttir (Valgerð Andreasen, 74') - Ásleyg Súnadóttir (Katarina K. Saxov, 78')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Jytta Drangastein, Elsa Jacobsen
Gult kort: Rudi Rasmussen, 83', Olga Kristina Hansen, 87'
Venjari: Lennard Petersen, Hans Eivind Olsen
Dómari: Alex Troleis
Hj. dómarar: Jan Andersen, Robert Hansen
















