KÍ-kvinnurnar vunnu ein stórsigur á Streymnesi ímóti EB/Streymi.

KÍ-kvinnurnar høvdu í fyrra hálvleiki ávísar trupuleikar at basa EB/Streymi, sum kempaði sera væl. KÍ fekk tó eitt mál longu í 3. minutti, tá tær fingu brotsspark, sum Rannvá tók sær av. Hon brendi í fyrstu atløgu, men fekk bóltin aftur, og setti hann trygt í netið.
Sum sagt fingu KÍ-kvinnurnar als ikki spæli at koyra í fyrra hálvleiki og høvdu trupuleikar at koma fram á vøllin. EB/Streymur stríddust væl og høvdu onkrar kjansir, sum skuldu givið mál. Tað eydnaðist teimum at leggja seg á odda, tá Ann Tóra Láadal fangaði eina afturlegging og javnaði til 1-1. Hetta málið gjørdu KÍ-kvinnurnar meira ørkymlaðar og spæli hekk als ikki saman, harafturímóti gav hetta EB/Streymi orduliga blóð uppá tonnina. Tær fóru at stríðast enn meira, og tað var eisini sera nær við, at tær løgdu seg á odda, men Randi fekk strekt seg og fekk vippa bóltin til horna. Eftir hetta vaknaðu KÍ-kvinnurnar og beint fyri hálvleik eydnaðist tað teimum at leggja seg á odda við máli, sum Sofía gjørdi.
Í hálvleikinum fingu KÍ-kvinnurnar tosa um nøkur ting, so tað var eitt hamskift lið, sum kom á vøllin í seinna hálvleiki. Malena fekk økt 3-1 longu í fyrsta minutti við langsskoti. Ása økti til 4-1 í 60. minutti, Rannvá gjørdi tað til 5-1 í 61. minutti. Men í 65. minutti var Ann Tóra Láadal aftur uppá spæl í KÍ-brotssteiginum og fekk minka um munin til 5-2. Eina Kalsø kom eisini á máltalvuna, tá  hon í tveimum førum fekk beint hornaspørk í mál. Sigrid Jacobsen gjørdi tað til 8-2, við fínum langskoti og Una Joensen setti punktum, tá hon hegnsliga lyfti bóltin uppum málverjan.
Hóast tað bleiv til ein stórsigur, so høvdu KÍ-kvinnurnar ávísar trupuleikar í fyrra hálvleiki, sum tær mugu rætta uppá til næsta dyst, sum verður dýra biðidag ímóti AB í Klaksvík. Hetta er fjóringsfinalan í steypakappingini.


EB/Streymur - KÍ 2 - 9 (1 - 2)
0 - 1 Rannvá Andreasen, 3'
1 - 1 Ann Tóra Láadal, 13'
1 - 2 Sofía Purkhús, 38'
1 - 3 Malena Josephsen, 46'
1 - 4 Ása K. Thomsen, 60'
1 - 5 Rannvá B. Andreasen, 61'
2 - 5 Ann Tóra Láadal, 65'
2 - 6 Eina S. Kalsø, 70'
2 - 7 Eina S. Kalsø, 75'
2 - 8 Sigrid Jacobsen, 88'
2 - 9 Una Joensen, 90'

Hagtøl koma seinni.