KÍ-kvinnurnar vunnu 2-0 ímóti Víkingi í Gøtu sunnudagin.

Tað var eitt skert KÍ lið, sum fór til Gøtu hendan dagin. Fleiri broytingar máttu gerast á liðið orsaka av skaðum og sjúku, og hetta sá út til ávirka liðið eitt sindur, tær fingu ikki spæli at hanga saman, og tískil bleiv tað sparka nógv aftur og fram. Víkingur vóru eisini sera grammar, og vóru tær fleiri ferðir nær við at koma til stórar kjansir.
KÍ hevði eisini sínar kjansir, og skuldu tær eisini fingið okkurt málið, men bólturin vildi ikki tað seinasta petti inni um linjuna. Tað nærmasta tær komu var eitt skot á yvirleggjarin og niður á linjuna, og eina aðruferðina bleiv sparka á innarusíðuna á stongini, men meira spurdist ikki burturúr.
Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, men munurin var tann, at tað eydnaðist KÍ-kvinnunum at skorða tvey mál, sum Sofía og Rannvá gjørdu. Víkingur hevði tveir stórar kjansir til seinast í dystinum, men Randi stórbjargaði.
KÍ-kvinnurnar kunnu ikki vera nøgdar við teirra avrik hendan dagin, men tað er gott at vinna, eisini tá ein spælir illa.

Víkingur - KÍ 0 - 2 (0 - 0)
0 - 1 Sofía Purkhús, 49' (Ass: Ragna)
0 - 2 Rannvá Andreasen, 62' (Ass: Sofía)


Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen, Sølvá Andreasen, Ragna Patawary, Anja Sjóstein (Ása K. Thomsen, 86') - Una Joensen (Elsa Maria Simonsen, 76'), Malena Josephsen, Lovisa Østerø, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen (Maria Andreasen, 66'), Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Tove Sólheyg
Gult kort: Anja Sjóstein
Venjari: Erik Nielsen, Rasmus Jacobsen

Víkingur
Palma Ryggshamar - Bjørg Jarnskor, Gunvá Pállson, Rósa Magnussen, Rósa Tyril - Margunn Jacobsen (Súsanna R. Norðgerð, 75'), Mary-Ann Zachariassen, Sanna D. Jacobsen, Jeanett Holm, Ansy Sevdal - Marjun Poulsen (Hanna I. Højgaard, 60')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Arna Vatnhamar, Jóngerð Skoradal
Venjari: Ingun Hansen

Dómari: Johan Petur Michelsen
Hj. dómarar: Allan Jacobsen og Ríkin Djurhuus