www.kvinnufotbolt.com er ein nýggj heimasíða, sum kemur at snúgva seg um føroyskan kvinnufótbólt.

Image 

Endamálið við síðuni er, at varpa ljós á føroyskan fótbólt fyri kvinnur, sum ikki fær ov nógv ans úti ímillum fólk.
Eisini er síðan ætla sum eitt amboð fyri fjølmiðlar og onnur, ið eru áhuga í fótbólti fyri kvinnur, so tey lættari kunnu fáa atgongd til tey tíðindini.
Tað er Malena Josephsen, sum leikar við KÍ-kvinnunum, sum stendur aftanfyri síðuna, men hetta verður ein síða fyri allan føroyskan kvinnufótbólt.

Heimasíðan eitur www.kvinnufotbolt.com