06 Apríl 2010
KÍ-kvinnurnar sendu AB aftur til Argir við einum 3-0 tapi eftir hálvleikstøðuna 2-0.

Í dag lótu KÍ-kvinnurnar ongan iva verða um, at tær ætla sær at vinna FM 11. árið á rað. Í fjør møttustu liðini eisini í næsta umfari, men tá fór AB til Argir aftur við 1-0 sigri í skjáttuni. Í dag lótu KÍ-kvinnurnar ongan iva verða um, at tær ætla at vinna FM 11. árið á rað. Liðini byrjaðu eitt sindur varliga, men so við og við tók KÍ yvir og kom til onkrar hálvar kjansir. Tað vakra fótbóltsspælið sóu vit sjálvdan, men liðini bæði stríddust um hvønn bólt. Tað skuldu ganga 31. minuttir áðrenn KÍ fekk fyrsta málið, og var tað Rannvá, sum rann alt av í vinstru síðu og sendi innfyri málið, og har stóð Sofía og koyrdi bóltin um linjuna.
AB hevði ikki nógvar kjansir, men høvdu onkur hornaspørk, sum vóru farlig, men KÍ-kvinnurnar fingu rudda vekk. Beint fyri hálvleik var tað so KÍ, sum fekk hornaspark og har Sigrid hægst og skallaði bóltin í málið, men dómarin metti, at Sofía hevði rørt bóltin á veg i málið og noteraði Sofíu fyri tað.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin nøkulunda tann sama, tað var kempa um bóltin á miðjuni, og tað poleraða fótbóltspæli var sjálvdan at síggja. Tað var framvegis KÍ, sum stýrdi dystinum, men AB trýsti KÍ eitt sindur longur aftur á vøllin, men tær skaptu nærum ongan málkjans. Harafturímóti vóru KÍ-kvinnurnar óhepnar, at tær ikki førdu meira, tí bæði Sigrid og Rannvá raktu stengurnar.
Í 87. minutti setti Malena punktum fyri dystin, og smekkaði eitt skot úr 20 metrum í málhorni, so dysturin endaði við 3-0 sigri til KÍ-kvinnurnar.
Næsti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður í Gøtu sunnudagin ímóti Víkingi.

KÍ - AB 3 - 0 (2 - 0)
1 - 0 Sofía Purkhús, 31' (Ass: Rannvá)
2 - 0 Sofía Purkhús, 45' (Ass: Sigrid)
3 - 0 Malena Josephsen, 87' (Ass: Tove)
KÍ
Randi S. Wardum - Jenny Lydersen, Eina Kalsø, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen (Sølva B. Andreasen, 60') - Una Joensen (Elsa Maria Simonsen, 73'), Malena Josephsen, liðsk., Tove Sólheyg, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Maria Andreasen, Louisa Østerø, Ása K. Thomsen
Gult kort: Elsa Maria Simonsen, 90'
Venjari: Aleksandar Djordjevic
AB
Simona Heinesen - Rudy Rasmussen, Doris í Garði, Liljan á Fløtum Petersen, Valgerð Andreasen (Durita Jørgensen, 88') - Rakul Jógvansdóttir, Lisa í Liða, Olga Kristina Hansen (Ásleyg Súnadóttir, 46'), Heilen Haraldsen, Barbara á Dunga - Halltóra Joensen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Elsa S. Jacobsen, Jytta Drangastein, Anja R. Joensen
Gult kort: Lisa í Liða, 28'
Venjari: Lennard Pedersen
Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar: Werner Hentze og Jan E. Glyvradal


















