01 Apríl 2010
Dysturin skuldi eftir røttum verið leiktur í Klaksvík, men av tí, at vøllurin á Djúpumýru liggur undir í kava, heittu KÍ-kvinnurnar á MB, um at flyta dystin til Miðvágs, og hetta játtaðu tær.
Tað tók eina løtu hjá KÍ-kvinnunum at koma í gongd, men tá tær enduliga fingu hol á, steðgaðu tær ikki aftur fyrr enn 14-0 stóð á máltalvuni.
Tað er ikki so nógv at skriva heim um dystin, annað enn tað, at KÍ-kvinnurnar vóru betur allan dystin og at tað var var bara spurningur um, hvussu stórur sigurin bleiv. Leggjast kann afturat, at MB leikti teir seinastu 20. min. við 10 leikarum.
Málskjúttar í dag vóru: Rannvá 4, Sigrid 4, Sofía 3, Malena 2 og Ragna 1 (brsk)
Hini úrslitini vóru : AB - EB/Str. 7 - 0, Víkingur - Skála 2 - 3
















