Landskappingin hjá kvinnunum fer av bakkastokki í morgin, og skulu KÍ-kvnnurnar til Miðvágs í ársins fyrsta dysti.

 

Image
Savnsmynd

Eftir ætlan skuldi hesin dysturin verið leiktur í Klaksvík, men av tí at kavin liggur á vøllinum í Klaksvík er ikki spælandi har. Tí heittu KÍ-kvinnurnar á MB um at fáa flutt dystin vestur í Vágar, so sloppi var undan at útseta dystin.
Sostatt verður dysturin í Miðvági ímorgin, skírisdag, kl. 15.