05 Oktober 2009
Rannvá B. Andreasen gjørdist aftur í ár toppskjútti

KÍ-kvinnurnar eiga nógvar leikarar, sum duga væl at skjóta mál. Tað síggja vit tá vit hyggja eftir toppskjúttaralistanum. Rannvá gjørdist besti málskjútti við 28 málum. Nummar tvey á listanum kom unga Sofía Purkhús, sum gjørdi 21 mál og má hetta sigast at vera sera flott. Triðja plássi máttu KÍ-kvinnurnar deila við AB, tí Ása K. Thomsen og Mona Breckmann gjørdu báðar 12 mál í part.
















