Leygardagin fingu KÍ-kvinnurnar gullið um hálsin 10. árið á rað.

Image
Glaðar KÍ-kvinnur (Mynd: Norðlýsið)

Seinasti dysturin í hesum kappingarárinum var í móti Skála. Veðrið var einki serligt leygarmorgunin, men tað vísti seg at blíva betur og betur. Dysturin bleiv bríkslaður í gongd, og kom Skála betur frá byrjan og fingu eitt hornaspark í fyrstu minuttunum. Men so kom KÍ betur fyri seg og tók so spakuliga yvir. Vindurin ávirkaði ikki spælið nakað serligt, tí skýlið tók tað mesta av vindinum.
Men tá 10. minuttir vóru leiktir valdi dómarin, Elsa Andreasen, at bríksla dystin av, tí hon metti at tað var ikki veður til at leika, og tað vóru øll ikki heilt samd í. Men dómarin hevur rætt til at taka avgerðina, og tí bleiv ikki leikt meira av dystinum. Hetta var eisini tann einasti dysturin, sum bleiv floytaður av ella ikki spældur hendan dagin.
Løtu seinni fingu KÍ-kvinnurnar steyp og heiðursmerkið handaði frá Magnus á Stongunum og Rúna Heinesen frá FSF. Kappingarnevndin skal nú takað støðu til, hvat verður við dystinum.

KÍ-kvinnurnar vilja takka øllum fyri stuðulin í ár, uttan tykkum hevði einki borið til.