Eftir ein sannførandi 4-0 sigur á AB, kunnu KÍ-kvinnurnar kalla seg føroyameistarar 10. árið á rað

Image
(Mynd: Alan Brockie)
 

KÍ-kvinnurnar lótu ongan iva verða um hvat lið er best í fótbólti fyri kvinnur, tá tær vóru á Argjum fyri aðruferð í 2 dagar, vunnu 4-0 á AB.
Dysturin skuldi verið leiktur sunnudagin, men eftir at liðini høvdu leikt í umleið 15 minuttir valdi dómarin at bríksla dystin, tí veðrið var ov ringt til at leika fótbólt.
Tað var kanska AB, sum byrjaði dysitn betur, men tá so KÍ-kvinnurnar komu í gongd, var tað bara ein vegur. KÍ-kvinnurnar byrjaðu at vinna útspørkini og nærdystirnar, so tað gekk ikki long tíð til bólturin var í AB málinum. Rannvá sendir ein bólt høgt inní brotsteigin hjá AB, og har setur Ása fótin á og skorðar.
Tað gingu ikki nógvir minuttir, so lá bólturin aftur í málinum hjá AB. Rannvá kiksar eitt skot, men Ása reagerar skjótt og setur høvdi á, og skallar bóltin í mótsatta horn og stór frøði á teimum mongu klaksvíkingunum sum vóru komnir suður at stuðla KÍ-kvinnunum.
KÍ-kvinnurnar góvust ikki so, hóast tær nú kundu vera nøgdar, men vildu hava meira. Hóast AB nú tók eina gentu úr verjuni og setti eina meira í álopið, so eydnaðist tað ikki AB at skapa nakað serligt í dystinum, og teir flestu bóltarnir, sum tær royndu at senda innum verjuna, endaðu inni hjá Randi í málinum. KÍ-kvinnurnar fingu eitt mál afturat beint áðrenn hálvleik tá Rannvá gjørdist leys við Simonu og sendi bóltin í málið.
Í byrjani av seinna hálvleiki valdu KÍ-kvinnurnar at koyra á sama hátt, við at trýsta AB høgt uppi á vøllinum, og við Ásu og Sofíu og afturvendu Vivian Bjartalíð, hevði AB verjan úr at gera, við at halda teimum burtur frá málinum. Men tað gekk ikki heilt, tí tá 53 minuttir vóru leiktir fulførdi Ása sítt hattrick, tá hon senti fótin á, eftir eitt innlegg frá Vivian.
Aftaná málið gjørdi KÍ nakrar broytingar, og løgdu seg longur afturá vøllin, og hetta gav AB meira spæla, men tær høvdu framvegis trupuleikar at koma teir stóru málkjansirnar, og heldur vóru KÍ-kvinnurnar nærri við at økja, enn AB at minka um munin. Nærmast AB kom til at fáa mál, var tá Mona Breckmann smekkaði ein bólt á yvirleggjarin.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var tað stór frøði á KÍ-kvinnunum, sum nú kunnu kalla seg føroyameistarar fyri 10. ferð.
Ein dystur er eftir at leika og verður hann leiktur leygardagin kl. 12, tá Skála kemur á vitjan. Eftir dystin fáa KÍ-kvinnurnar steyp og heiðursmerki handaði.

AB
Simona Heinesen - Rudi Rasmussen, Asta Magnussen, Hellen Haraldsen, Rakul Jógvansdóttir (Ásleyg Súnadóttir, 40') - Bjørg Syderbø, Steintóra Joensen, Olga Kristina Hansen, Elin Kathrina Thomsen (Elin Holm, 79'), Lisa í LIða (Rannvá Jarnskor, 59') - Mona Breckmann.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Valgerð Andreasen, Barbara á Dunga
Gult kort: Hellen Haraldsen, 21'
Venjari: Lennard Pedersen


Randi S. Wardum - Sigrid Jacobsen, Paula Mikkelsen (Mariann Joensen, 56'), Rannvá Andreasen - Ása K. Thomsen, Elsa Maria Simonsen, Malena Josephsen, Vivian Bjartalíð (Jenny Lydersen, 75') - Tove Sólheyg, Sofía Purkhús (Una Joensen, 87')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Adelheid Olsen, Eina Kalsø
Gult kort: Ása K. Thomsen, 90'
Venjari: Aleksandar Djordjevic

Dómari: Jóhan Petur Michelsen
Hjálpardómarar: Bent Tommy Linklett og Ríkin N. Djurhuus