Avblásti dysturin í dag verður spældu í morgin mánadagin kl. 16:30 á Argjum

Dysturin ímóti AB bleiv í dag avblástur vegna ov nógvan vind. Tað vóru ikki líkindir at leika í slíkum veðri, og serliga ikki tá dysturin hevði so stóran týdning.
Kappingarnevndin hevur avgjørt at dysturin verður leiktur í morgin í staðin. Av tí at eingi ljós eru við vøllin á Argjum, má dysturin leikast tíðliga. Tað verður bríksla í gongd kl. 16:30.

Heitt verður á øll, sum hava møguleika, at koma suður stuðla KÍ-kvinnunum og eisin á allar klaksvíkingar í Havn, at koma út á Argir, at rópa. Dysturin byrjar sum sagt kl. 16:30.